Trygdarnet skal tryggja álit á donsku bankarnar

Eftir avtalu við ein breiðan meiriluta í Fólkatinginum skulu teir donsku bankarnir seta pengar í ein bjargingarpakka tey bæði næstu árini

Fíggjarkreppa

Árni Joensen:

arni@sosialurin.fo

Sambært semjuni, sum bleiv almannakunngjørd í gjárkvøldið aftan á sera loyniligar samráðingar millum stjórnina og bankarnar, skulu teir donsku bankarnir rinda 35 milliardir krónur í ein serligan bjargingargrunn tey bæði næstu árini.

Endamálið við skipanini er í fyrra lagi, at fólk skulu fráa álit á tí danska bankakervinum, og í øðrum lagi skal skipanin gera, at bankarnir fáa álit á hvør øðrum og vilja læna hvør øðrum pengar.

-Tað snýr seg um at skipa eitt trygdarnet undir bankakervinum, og tað er betur, enn at staturin skal yvirtaka bankar, segði Lene Espersen, búskaparráðharri, á tíðindafundi, sum hon og Lars Løkke Rasmussen, fíggjarmálaráðharri, hildu á midnátt í gjárkvøldið.

 

Ov nógvir bankar

Hornasteinurin í avtaluni er ein avtøkugrunnur, sum bankarnir seta pening í, alt eftir hvussu stórir teir eru. Ætlanin er so, at hesin grunnurin skal hjálpa peningastovnum, sum koma í kreppu, men tó við teirri treyt, at tann kreppurakti bankin verður avtikin.

Skipanin er sjálvboðin, men eygleiðarar í Danmark vænta, at meginparturin av teimum 140 bankunum fara upp í skipanina. Danskir fíggjarfrøðingar vísa á hesum viðfangi á, at Danmark hevur nógv fleiri bankar enn t. d. grannalondini, og at avtalan er ein roynd hjá teimum stóru bankunum at sleppa av við nógvar av teimum smáu.

Umframt avtøkugrunnin ber semjan í sær, at øll innlán í donskum peningastovnum eru tryggjað. Eftir gomlu skipanini tryggjaði Innskjótaratrygdargrunnurin innlán upp til 350.000 krónur, men tað markið verður nú avtikið.

-Bankarnir fáa vinningin, tá tað gongur framá. Tí skulu teir hjálpa til, tá tað gongur hin vegin, segði Lene Espersen á tíðindafundinum.

 

Ov lítil

Spurningurin er so, um tað er nóg mikið at seta 35 milliardir krónur í avtøkugrunnin. Tað heldur Per H. Hansen, professari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, ikki. Við Børsen sigur hann, at versnar støðan hjá teimum donsku peningastovnunum, kann tað skjótt fara at vísa seg, at hjálparpakkin er ov lítil.

-Skuldi tað hent, at tann danski bankamarknaðurin veruliga kemur í kreppu, røkka góðar 30 milliardir krónur ikki langt, og tað nýtiost heldur ikki at vera nakar stórur banki, sum rýkur og tømir grunnin, sigur Per H. Hansen og vísir á, at í førinum við Roskilde Bank endaði tað við, at staturin mátti veita trygd upp til 20 milliardir krónur.

 

Steðgar ikki afturgongdini

-Avtalan millum stjórnina og bankarnar fer sum ætlað at skapa tryggari viðurskifti á danska fíggjarmarknaðinum, men tað hevði verið uppaftur betur, um onnur lond tóku tilsvarandi stig.

Tað sigur stjórin í Saxo Bank, Lars Sejr Christensen, við kringvarpið DR.

Hinvegin væntar hann ikki, at avtalan fer at forða fyri, at afturgongdin í danska búskapinum heldur fram.