Eitt norskt ferðamannaflogfar trygdarlendi í Kastrup seinnapartin Eitt flogfar hjá Norwegian Airlines, sum var á veg úr Bulgaria til Noregs, noyddist at trygdarlenda í Kastrup stutt eftir middag, tí tað fekk trupulleikar við øðrum motorinum.
Skipað varð fyri umfatandi trygdartiltøkum á flogvøllinum, men alt gekk eftir ætlan, sigur løgreglan í Keypmannahavn.
Ein talsmaður fyri Norwegian Airlines sigur, at annar motorurin bleiv ov heitur, so flogskiparin mátti sløkkja hann.