Soleiðis skrivar Jóannes Eidesgaard í Sosialinum hósdagin. Henda "fráboðan" var sum ein treytaleysur trygdareiður. Hon gav donsku stjórnini fríar teymar. Hon gjørdi millum mangt annað, at stjórnin púra trygg kundi seta landsstýri og løgting (eisini Føroya Javnaðarflokk) til viks tá tey kravdu, at føroyskt skuldi viðurkennast sum tjóðarmál Føroya.
Sat nakar annar føroyingar við tí 90. mandatinum, hevði hann sagt stopp. Her til og ikki longur. Men ikki Jóannes Eidesgaard. Hann stóð við sín trygdareið til teir donsku sosialdemokratarnar.
Jóannes hevur ikki hevur verið formligur limur í tí sosialdemokratiska tingbólkinum. Men partur av donskum partapolitikki hevur hann verið. Trygdareiðurin til sosialdemokratarnir hevur staðið sum høgdur í klett.
Trygdareiðurin hevur verið sterkari enn lyftið til teir føroysku veljararnar um, at Jóannes skuldi vera ein sjálvstøðug føroysk rødd á fólkatingi.