Trý yvirgangsálop í dag

Í morgun var lopið á í Fraklandi og nú er eisini lopið á í Tunis og í Kuweit

Yvirgangskroppar hava av álvara gjørt bart í dag. Fyrst varð lopið á eina verksmiðju í Fraklandi í morgun, har ein maður varð hálshøgdur. Higartil vilja tíðindini vera við, at talan var um tveir álopsmenn, og at annar er dripin, men hin er handtikin. Talan er um ein mann, fregnartænastan hevur havt eyguni eftir í rúma tíð.

 

Franski forsætisráðharrin, Hollande, hevur kallað álopið fyri yvirgang og upplýst verður, at álopsmenninir bóru flagg hjá Islamiskum Stati.

 

Nú hava yvirgangsmenn eisini lopið á tvey hotell í Sousse, sum er eitt væl vitjað ferðamál  í Tunesia. Tað eru eisini nógv ferðafólk úr Evropa, sum leita sær hagar.

 

Upplýst verður, at at upp ímóti 30 fólk hava latið lív, táið yvirgangskroppar fóru at skjóta eftir ferðafólki, sum vóru á strondini.

 

Samstundis hevur Islamiskur Statur boðað frá, at tað vóru teir, sum lupu á eina Mosku í Kuweit.