Leygardagin varð skipað fyri aðru TF Stórkappingini á Tórsbreyt. Sum skrivað fyrr í dag setti Hanus Bergsson nýtt føroysk met í spjótkasti, men tað var ikki einasta føroyska metið, ið varð sett.
Margit Weihe Frímundsdóttir átti sjálvt metið á 200 metrum, eftir at hon tók tað frá Rebekku Fuglø í fjør. Hon hevur longu betra tað einaferð í ár, men leygardagin endurtók hon bragdið. Hon og Rebekka Fuglø runnu lið um lið, men hóast Rebekka Fuglø setti nýtt persónligt met, so megnaði hon einki at gera við 16-ára gomlu Margit Weihe Frímundsdóttir. Nýggja føroyska metið á 200 metrum er 27,21 sekund.
Seinasta metið, ið varð tikið, var í hæddarlopi. Eins og í hinum greinunum, varð tað gamli methavarin, sum betraði um metið.
Metið hjá Ednu Mariu Debes var nú skjótt trý ára gamalt. Hon leyp 147 sentimetrar í 2012, men vónirnar um at betra metið vóru ikki tær bestu undan kappingini. Hon hevur verið nógv darvað av skaða seinastu tíðina, og beint undan stórkappingini gjørdist hon aftur skadd.
Hon gjørdi tó av at luttaka í kappingini, men at byrja við sá einki serligt út. Henni tørvaði allar tríggjar møguleikarnar, fyri at koma upp um 144 sentimetramerkið. Hetta var tó nokk til at tryggja henni sigurin í kappingini og hon valdi tí at gera eina roynd at taka føroyska metið. Yvirleggjarin varð lagdur upp á 148 sentimetrar og Edna Maria Debes gjørdi seg klára at leypa.
Fyrsta royndin miseydnaðist, tó at hon var nær við at náa upp um, men aðru ferð gekk betur. Yvirliggjarin var liggjandi stillur, meðan Edna Maria Debes fleyg upp um hann, og so varð nýtt føroyskt met sett.
Ovast í greinini sæst metlopið hjá Ednu Mariu Debes.