Trý nótaskip við svartkjafti

Christian í Grótinum, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu høvdu stívliga 7000 tons tilsamans.

Miðskeiðis í hesi vikuni vóru trý nótaskip í Fuglafirði. Tvey av skipunum komu mikudagin, og hitt triðja kom hóskvøldið.

 

Fyrstur var Christian í Grótinum við umleið 1900 tonsum. Síðan landaði Finnur Fríði umleið 2350 tons.

 

Seinastur av hesum trimum var Tróndur í Gøtu, sum hóskvøldið var á Fuglafirði við umleið 2850 tonsum.

 

Havsbrún í Fuglafirði veit at siga, at veiðan hjá øllum trimum skipunum var svartkjaftur.