Trý mál hjá Tjóðveldi í tinginum mikudagin

Umframt vanligu ófráboðaðu fyrispurningarnar, sum eru á skránni mikuag, so fer Løgtingið eisini at viðgera tey trý uppskotini hjá Tjóðveldi um broytingar í Stýriskipan Føroyar

Tingfundur verður aftur mikudagin, og umframt vanligu ófráboðaðu fyrispurningarnar, sum eru á skránni mikuag, so fer Løgtingið eisini at viðgera tey trý uppskotini hjá Tjóðveldi um broytingar í Stýriskipan Føroyar.

 

Tey trý málinum um broytingar í stýrisskipanini snúgva seg um fólkaatkvøðu v. m., um nýtt løgmansval eftir hvørt løgtingsval og almennar nevndarhoyrinag og tað triða málið snýr seg sum alment innlit.

 

Øll trý málini verða viðgjørd undir einum og verða síðani beind í rættarnevndina.

 

Sosialurin viðgjørdi málið í vikuskiftisblaðnum. Greinin kann heintast við at TRÝSTA HER

 

Í dag og í morgin eru tað tey ungu, ið manna tingið, tí Ungdómsting verður í dag og í morgin. Báðar dagarnar byrja tey klokkan 10, og eru tað næmingar úr 9. flokkum, sum manna ungdómstingið.

 

Meira um ungdómstingið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER