Trý lið eru fremst í Norðurmakedonia við 58 stigum hvør

Liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni tapti, og tað dugdi kappingarneyti at gagnnýta

Nú eru trý lið jøvn í oddinum í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini við 58 stigum.

 

Tey trý liðini eru Shkendija, Struga og liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, Shkupi.

 

Jóan Símun slapp ikki á vøllin í dag tá Shkupi á útivølli tapti 0-2 fyri Gostivar.

 

Struga tapti samstundis 2-3 fyri Tikves á útivølli, og tað dugdi Shkendija at gagnnýta við at vinna við at vinna 3-2 á Brera.

 

Nú bert trý umfør eru eftir hevur liðið hjá Jóan Símuni framvegis lagnuna í egnum hondum. 

 

Komandi leygardag klokkan 16 tekur Shkupi móti Shkendija á heimavølli. Samstundis hevur Struga heimadyst móti Gostivar, ið vann á Shkupi í dag.

 

Á tí seinasta leikdegnum 19. mai spælir Shkupi á útivølli móti Struga.