- Fleiri línuskip, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa síðst í vikuni. Skipini hava mest av toski og hýsu. Nakað verður eisini av brosmu og longu.
Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.
- Trý frystilínuskip koma eisini av Flemish Kap. Tey hava bara tosk. Haraftrat eru tey línuskip undir Íslandi, men tey koma neyvan inn at landa í vikuni sum kemur.
Um útlitini til útróður, veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður góður, og veðurútlitini eru góð, serliga fyrst í vikuni.
- So, vit vænta eisini nakað av útróðrarfiski. Útróðrarbátarnir fáa at kalla bara tosk og hýsu, verður lagt aftrat.
Myndina av Klakki, sum er eitt av frystilínuskipunum, hevur Dávur Winther tikið.