Trý følsk lyfti frá Fólkaflokkinum

Fólkaflokkurin og pensionistarnir

Fólkaflokkurin og pensionistarnir

Sum rosinan í pylsuendanum nú beint undan valinum kemur Jákup Mikkelsen við gyltum lyftum til pensionistarnar. Fólkapensiónin skal vera skattafrí, men hann sigur okkum tó ikki, hvussu tað kann gerast.

Veruleikin er jú tann, at Fólkaflokkurin lovar skattalætta uppá nakkan á øllum kommununum í Føroyum. Kommunurnar skulu gjalda skattalættan hjá Fólkaflokkinum, hava teir fráboðað.

Hetta fer at raka allar pensionistar í Føroyum, tí frammanundan hevur Fólkaflokkurin grýtt eldraøkið út til somu kommunur, uttan at neyðugi peningurin fylgdi við.

Tí fara allir pensionistar at fáa eina nógv skerda tænastu frá somu kommunum, tá ið teir hava brúk fyri heimarøkt, plássi á sambýli ella røktarheimi. Við eykarokningini frá Fólkaflokkinum á einar 270 milliónir fara kommununnar ikki at hava ráð at brúka meir pening til eldrarøktina.

 

Loysa seg at arbeiða – eisini fyri pensionistar

Tað næsta lyftið, teir geva pensionistunum, er, at pensionistarnir ikki skulu brandskattast, um teir forvinna sær nakrar krónur.

Nú hevur Fólkaflokkurin sitið við maktini seinastu 4 árini, og pensionistarnir hava 30 krónur eftir í sínum lumma, fyri hvørjar 100 krónur, teir forvinna.

Um Fólkaflokkurin veruliga ikki vildi brandskatta pensjonistarnar, so er løgið, at teir onki hava gjørt við hetta, áðrenn valið varð útskrivað.

Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri, at pensjónin í so lítlan mun sum møguligt skal mótroknast í arbeiðsinntøku, tí vit vilja eggja fólki at arbeiða longri, um tey hava møguleika fyri tí.

 

 

Mótrokning millum hjún

Triðja lyftið frá Fólkaflokkinum er, at tað ikki skal vera ein vansi at vera giftur. Minnilutasamgongan samtykti at avtaka mótrokningina millum hjún, og eg haldi enntá eisini, at Jákup Mikkelsen sjálvur atkvøddi fyri.

Men blekkið var ikki tornað á samgonguskjalinum millum Fólkalfokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin, tá ið Annika Olsen kom í løgtingið og aftur setti mótrokning millum hjún í gildi. Øll samgongan atkvøddi fyri, eisini Jákup Mikkelsen.

Hetta hevði næstan størri týdning enn flatskatturin, so skjótt gekk tað at strika lógina.

Javnaðarflokkurin vil syrgja fyri, at pensjónin ikki skal mótroknast millum hjún, júst sum vit samtyktu tað í 2011.

 

 

Fái næstan tað fatan, at Fólkaflokkurin heldur tað bera til at lumpa fólk við gyltum - men følskum - lyftum ferð aftaná ferð.

Vónandi letur Føroya fólk seg ikki lumpa av Fólkaflokkinum enn einaferð, men sigur ”nokk er nokk” og setir ein sterkan Javnaðarflokk á ting.

 

Gott val

 

Eyðgunn Samuelsen, valevni fyri Javnaðarflokkin