Trý feløg kappast um besta miðvallaran

EB/Streymur/Skála, HB og KÍ kappast øll um at eiga besta miðvallaran hjá kvinnum

Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.


Í fjør var tað Fríðrún Danielsen, sum hann henda heiður og hon er aftur tilnevnd í ár. Tað eru venjarar, liðformenn og journalistar, sum hava greitt atkvøðu. Tær tríggjar, sum fingu flest atkvøður, eru:


Fríðrun Danielsen, EB/Streymur/Skála

Lív Arge, HB

Rannvá B. Andreasen, KÍ


Hvør av teimum trimum vinnur, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.