-Nógvar kirkjur hava longu sera trupult at fáa urguleikarar, m.a. á Sandoynni. Eg vænti, at um nøkur ár verður hetta ein ovurhonds stórur trupulleiki nógvastaðni kring landið, sigur Oddvør Johansen.
Hon starvast sum urguleikari við Havnar kirkju, og hevur gjørt tað síðani 1988. Hon situr haraftrat í nevndini fyri Urguleikarafelagið, sum nú fer at taka støðuna hjá urguleikarum upp til viðgerðar.
Trupulleikin er tann, at illa gongur at fáa urguleikarar til kirkjurnar í Føroyum ? og hetta hóast tilboðini um at fáa undirvísing í tónleiki ikki tróta kring landið.
-Vit eiga í dag fleiri ungar urguleikarar, sum hava tikið høgar útbúgvingar innan urguleik, men teir koma ikki heim til Føroyar. Tað er snøgt sagt einki arbeiði til teir her, sigur Oddvør Johansen við "Trúboðin", ið er málgagn hjá Heimamissiónini.
Til tess at fáa eitt orðaskifti í lag um urguleikarar í Føroyum verður fundur hildin í Fríðrikskirkjuni á Toftum leygardagin 19. februar, hagar bæði limir í felagnum og onnur áhugað eru vælkomin.
Sangurin er grundleggjandi
Urguleikarafelagið er helst ikki tað felag, sum er mest úti um seg í miðlunum. Men úrslitið av teirra arbeiði liggur tó ikki eftir fyri tað.
Um fundi í næstu viku verður sagt, at ætlanin er at skifta orð um alt tað, sum kemur einum føroyskum urguleikara við. Til dømis hevur tað í seinastuni verið eitt ávíst orðaskifti um, at hvat eigur at vera høvuðsinstrumentið í eini kirkju ella samkomuhúsi.
Nevndin í urguleikarafelagnum er tó av teirri greiðu áskoðan, at tað fyrst og fremst er mannarøddin, sum skal vera miðdepilin her. Hetta tí sangur er nakað grundleggjandi fyri samleikan hjá okkum.
Nútíðar sálmar
Formaður felagsins Jens Mortan Mortensen hevur arbeitt við at gera ein upplýsandi faldara til almenningin um Urguleikarafelagið, og fer hann at greiða frá hesum.
Orðaskifti verður eisini um, hvussu »tann føroyski sálmaskatturin« kann gevast víðari til almenningin í eini tíð, har tað vindur alt meira upp á seg at syngja á útlendskum máli.
Eisini verður spurt, hvussu urguundirvísing kann fáast í skipaða legu í fólkaskúlanum, og hvørt tað ber til at hava serliga urgudagar fyri klavernæmingum kring landið.
Annars sigur felagið í tíðindaskrivi, at tað í løtuni verður arbeitt saman við Presta- og Rithøvundafelagnum um at halda skeið í yrking av nútíðar kvalitetssálmum.
Fyrireikararnir siga, at bæði urguleikarar og áhugað annars eru vælkomin til tiltakið, men at tilmelding er neyðug, tá dagurin eisini fevnir um eitt felags ábit.