NSÍ er á veg av Svangaskarði við trivaligum sigri

Gestirnir høvdu møguleikar at skora nógv fleiri mál enn tey trý, sum bóru sigurin ímóti B68 við sær

Fyri aðru ferð í ár hevur NSÍ í dag vunnið trý stig ímóti B68.

 

Í triðja umfari vann NSÍ 11-0 á heimavølli ímóti toftamonnum. Í dag endaði tað við 3-1 NSÍ sigri á Svangaskarði.

 

Serliga í seinna hálvleiki hevði NSÍ nógvar góðar møguleikar at skora mál, men teir gulu og svørtu vóru ikki altíð nóg neyvir.

 

-Avbjóðingin hjá okkum var at vera fokuseraðir. Tá ið vit hildu okkum til tað, sum vit høvdu avrátt, so vóru vit greitt omaná, og vit spældu okkum til fleiri heilt góðar málmøguleikar. Ein partur av frágreiðingini var, at toftamenn royndu at spenna álopsbogan, nú teir vóru aftanfyri 3-0. Tað bar við sær, at tað var lætt hjá okkum at vinna málmøguleikar, og samstundis, sum vit fegnast um sigurin, so iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at skora fleiri mál, og tað iðrar okkum eisini, at tað ikki eydnaðist at halda málið reint, og at teir skoraðu eftir hornaspark, sigur eyðsýndi NSÍ verjuspælarin Daniel Obbekjær í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

Við sigrinum í dag hevur NSÍ vunnið seg upp á 38 stig. HB hevur á Vágseiði seinnapartin í morgin møguleika at vinna seg upp á 38 stig, men málmunurin hjá NSÍ er væl betur, enn hann er hjá HB.

 

Frá fyrsta bríksli í dag var NSÍ omaná. B68 hevði trupulleikar við markeringunum, og tað var so javnan, at NSÍ spældi seg úr fyrsta trýstinum, og so var skjótt til næsta málmøguleikan. Ein annar veikleiki hjá B68 var, at talan so ofta var um mistøk í uppspælinum, og tá var ofta stórur vandi á ferð.

 

Michal Przybylski setti hol á, tá ið 10 minuttir vóru farnir, og  við framúr frísparki úr 25 metrum økti Brandur H. Olsen um munin til 2-0, tá ið 20 minuttir vóru farnir. So luktaði tað var nýggjum stórsigri í grannauppgerðini, og átta minuttir undan steðginum varð kynt meiri undir tann møguleikan, tá ið Klæmint A. Olsen eftir sending frá eyðsýnda Jasper Van Der Heyden økti um munin til 3-0.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði B68 um munin til 3-1. Tað var eftir horna, at Karstin Clementsen, sum beinanvegin eftir steðgin var skiftur inn, skoraði. B68 stríddist fyri søkini, og ein minutt undan leikloki var um reppið, at tað varð uppaftur størri spenningur, men úr góðari støðu sendi Emanuel Kulego við høvdinum bóltin skeivu megin stólpan.

 

B68 er á sjeynda plássi við 18 stigum. Næsti dystur hjá toftamonnum verður fríggjakvøldið – á summarfestivalinum – í Klaksvík. NSÍ fær sunnudagin vitjan av 07 Vestur.