Trupult at sleppa av við fiskin

Útróðrarmenn í Sandoynni hava trupulleikar at sleppa av við fiskin. Teir mugu annaðhvørt sigla ella sjálvir koyra fiskin til góðkenda landingarmiðstøð. Henda trupulleikan ynskir sandoyartingmaðurin Páll á Reynatúgvu at gera nakað fyri.

Sandoy: - Einskiljingin av Farmaleiðum hevur í summum førum viðført eitt munandi verri tænastustøði hjá føroysku brúkarunum, sigur Páll.

Hann ætlar sær í fyrsta umfari at spyrja fiskimálaráðharran, Torbjørn Jacobsen um hesin trupulleikin við flutninginum bert er galdandi fyri útróðrarmenn á Sandoynni.

- Tað kann eisini vera, at trupulleikin er størri enn so!

Tað eru serliga útjaðaraøkini, sum kenna til sviðan av hesum afturstigi og trupulleika.


Hættisligur flutningur

Í Sandoynni mugu útróðrarmenn sjálvir sigla ella koyra veiðuna til landingarmiðstøð á meginøkinum.

- Hetta er ein støða sum í summum førum, serliga vetrarhálvárið kann vera hættislig, og undir øllum umstøðum er sera trupul.

- Sæð við tænastubrillum, so er støðið als ikki nøktandi í 2008, slær Páll á Reynatúgvu fast.

Hann ynskir tí at vita frá fiskimálaráðharranum hvørjar ætlanir hann hevur, til tess at betra um umstøðurnar hjá útróðrarmonnum, so veiddi fiskurin verður førdur til góðkenda landingarmiðstøð á ein skipaðan hátt.