Trupult at halda lógina

Tubakk verður ferð eftir ferð selt til tey undir 18 ár, og handilsleiðari heldur tað verða trupult at sleppa undan.

Handlar hava trupult við at sleppa undan støðuni, har tey selja tubakk til ung undir 18 ár. Tað skrivar Ritzau í dag. Stjórin í danska felagnum Samvirkandi Keypmenn viðurkennir trupulleikan.

 

- Tað er trupult hjá handlunum at halda lógina, sigur John Wagner. Hann vísir á, at mangan eru ung starvsfólk bangin fyri at kjakast við ungar kundar og spyrja teg um samleikaprógv, sigur hann sambært Ritzau. 

 

Hann heldur tó ikki, at trupulleikin kann loysast við, at man innførir reglar um, at øll skulu spyrjast eftir samleikaprógvi. - Tað er eingin løtt loysn, sum kann loysa hendan trupulleikan, sigur hann. 

 

Hann vísir á, at heldur er samskifti vegurin fram. - Tey ungu skulu vita, at tað er ólógligt at hjá okkum at selja tubak til teirra. Tí skulu tey ikki eingongd royna at keypa  tað. Øll hava eina ábyrgd her - bæði tey sum selja og tey sum keypa, sigur John Wagner. 

 

Í Føroyum er eisini ólógligt at selja tubbak til tey undir 18 ár. 

/ritzau/