Trupulleikin við parkering í Havn: Ein loysn er á veg

Onkrir býráðslimir halda, at ein loysn er at minka um ferðsluna

Tað skal helst vera hesumegin summarferiuna at vit hava eina loysn á parkeringstrupulleikanum í Havn. Tað sigur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, og formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Enn eina ferð hevur býráðið umrøtt ovurstóru parkeringstrupulleikarnar í miðbýnum í Havn. Hesa fer varð tað Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, sum reisti málið. Undanfarna býráð arbeiddi við at gera ein langan parkeringstunnil til fleiri hundrað bilar undir øllum miðbýnum. Men Heðin Mortensen, sum nú er borgarstjóri, er ikki sinnaður fyri eini slíkari loysn.

Sostatt ásannar Birgir Nielsen, at ætlanin við einum parkeringstunli er deyð og jarðað, sum hann tók til. Tí hevur hann skotið upp at gera eitt nýtt parkeringshús á Skálatrøð til 300 – 500 bilar. Hann sigur, at ein annar møguleiki er at gera tvey parkeringshús, eitt á Skálatrøð og eitt á Bursatanga.

Hann heldur eisini, at privatar fyritøkur eiga at fáa møguleikan at byggja parkeringshús, sum kommunan so kann langtíðarleiga.

Hann skjýtur eisini upp, at peningurin, sum er settur av til at fyrireika parkeringstunnilin, sum nú verður av ongum, ístaðin verður brúktur til at fyrireika og projektera eitt parkeringshús.

Sjálvur heldur Birgir Nielsen, at eitt parkeringshús er tann frægasta loysnin, tí tað er skjótt at gera og tað er bráðneyðugt at fáa fleiri parkeringspláss.

Men ætlaði parkeringstunnilin hjá undanfarnu samgongu er ikki heilt fyribeindur enn. Heðin Mortensen sigur, at hann er ikki fyri tí langa tunlinum, sum undanfarna samgonga arbeiddi við, men annars verða allir møguleikar kannaðir.

Tróndur Sigurðsson í Javnaðarflokkinun, sigur, at kanningarnar, sum undanfarna samgonga setti í verk í sambandi við parkeringstunnilin, halda fram. Annars kannar býráðið allar møguleikar – og kanska er tann besta loysnin ein parkeringstunnil niðri á Skálatrøð heldur hann.

Men hann legði afturat, at tað skal helst vera hesumegin summarið, at ein loysn verður funnin.

Kári Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, for formaður í Havnanevndini hjá býráðnum, heldur ikki, at eitt parkeringshús á Bursatanga er tann rætta loysnin.

Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, dámar betur ein parkeringstunnil, tí oman á er ógvuliga avmarkað pláss at gera parkeringspláss.

Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi, heldur, at vit eiga eisini at leggja eina ætlan fyri at minka um ferðsluna í býnum og minkar hon, verður tað eisini nógv bíligari at nøkta tørvin á parkeringsplássum.

Tað er Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn, púra samd í. Hon heldur, at tað er altavgerandi at leggja soleiðis til rættis, at tað skal bera til at búgva í Havn, uttan at eiga bil – ella í hvussu so er, uttan at tað er neyðugt hjá einum húsarhaldi at hava tveir bilar fyri at fáa gerandisdagin at ganga upp.

– Ein máti er at gera skúlavegin so tryggan at tað ikki skal vera neyðugt at øll børnini verða koyrd í skúla, sigur hon.

Uppskotið hjá Birgiri Nielsen um at gera parkeringshús, er nú farið í Teknisku nevnd hjá býráðnum til nágreiniligari viðgerð.