Trupulleikar eru við prutlum um alt landið

Larmandi prutl eru ein afturvendandi trupulleiki kring landið

Vakthavandi á politistøðin í Havn segði í morgun, at tað er ein afturvendandi trupulleiki við larmandi prutlum kring landið.

– Vit fáa javnan fráboðanir um larmandi prutl, sum koyra skjót, og fráboðanir koma ymsa staðni frá, sigur vakthavandi.

– Ofta er tað á kvøldi, tá børn eru farin í song, at prutlini koyra runt og halda ganga, sigur vakthavandi.

Tað er eisini javnan, at løgreglan greiðir miðlum frá tilburðum, har fólk á prutlið eru tikin, og at prutlini eru bygnaðarbroyt – ella tunað, sum vit søgdu fyrr.

Tað er soleiðis, at vanlig prutl í mesta lagi skulu kunna koyra 30 km um tíman. Størri prutl kunnu koyra 45 km um tíman. 

Og tá tú verður tikin á prutli, so er ikki spurningurin, hvussu skjótt tú koyrdi, men hvussu skjótt prutlið kann koyra. Løgreglan hevur eina rullufjøl, har tey kunnu máta, hvussu skjótt prutlið kann koyra, og so fær viðkomandi bót eftir tí.

Soleiðis er ikki við bilum. Allir bilar kunnu koyra skjótari enn loyvt er. Men tað er so munurin, tá tað snýr seg um prutl.