Trupul uppgáva hjá oddaliðnum

Í Sunset-kappingini hjá kvinnum verður ein sera spennandi dystur um vikuskiftið, tá ið oddaliðið Stjørnan skal spæla truplan útidyst móti Neistanum á Hálsi sunnudagin.

Tríggir dystir eru á skránni í Sunset-kappingini hjá kvinnum um vikuskiftið. Uttan iva mest spennandi dysturin av teimum trimum er tann í Havn sunnudagin, tá ið greipuvinnararnir og oddaliðið Stjørnan kemur at vitja Neistan, sum tykist verða tað liðið, ið er best ført fyri at hótta tey bæði fremstu liðini Stjørnuna og VB.

Neistin kann yvirraska
Tá ið Neistin var og vitjaði Stjørnuna í Klaksvík fyrr í hesum kappingarárinum, endaði tað við einum 25-22 sigri til klaksvíkskvinnur. Tá var talan um ein javnan og spennandi dyst, har avgerðin ikki fall fyrr enn seint í dystinum.
Tað er heldur ikki óhugsandi, at Neistin kann yvirraska sunnudagin og kanska taka stig frá Stjørnuni. Havnarliðið hevur verið vælkoyrandi seinastu tíðina, og at liðið hevur góðan stríðsvilja, prógvaðu tær væl og virðiliga mikukvøldið í fyrru hálvfinaluni í Coca-Cola kappingini móti Søljuni á Giljanesi. Tá var Søljan eitt skifti á odda við sjey málum, men Neistin kom sterkt aftur og vann við sjey málum.
Hóskvøldið var Stjørnan og vitjaði VB í Vági í fyrru hálvfinaluni teirra millum, og tá vóru kvinnurnar úr Klaksvík fyri sínum fyrsta ósigri í hesum kappingarárinum, tá ið vágskvinnur vunnu tepturt 24-23.

Greiðir favorittar
Í hinum báðum dystunum í Sunset-kappingini er talan um dystir, har annað liðið er greiður favorittur.
Í Vestmanna fær VÍF vitjan av VB, og hevði tað verið fyri bert einum ári síðani, so hevði talan óivað verið um ein spennandi og javnan dyst, men VÍF hevur eitt heilt nýtt lið í ár, og enn hevur unga manningin hjá vestmenningum ikki somu styrki sum undanfarna liðið, og tí er VB greiður favorittur til at vinna dystin sunnudagin. Tá ið liðini hittust í Vági, vunnu vágskvinnur stórsigur 31-14, og spurningurin er so, um søgan fer at endurtaka seg sunnudagin.
Seinasti dysturin í Sunset-kappingini hetta vikuskiftið verður á Giljanesi sunnudagin, tá ið heimaliðið Søljan fær vitjan av StÍF. Vágakvinnur hava verið størsta positiva yvirraskilsi í kvinnudeildini hetta kappingarárið, og tær mugu metast sum greiðir favorittar móti kvinnunum av Strondum, sum liggja og stríðast í niðaru hálvu á stigatal