Fiskivinna
? Tað verður truplari og truplari at arbeiða fisk í Føroyum.
Tað spáar Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur.
Aðrastaðni í blaðnum í dag hevur hann sera áhugaverdar grein um føroysku fiskivinnuna, nú alsamt meiri og meiri fiskur verður fluttur óvirkaður av landinum.
Samstundis hugleiðir hann, um, hvussu føroyingar kunnu fóta sær aftur, hvussu vit kunnu taka kappingina upp við onnur lond um fiskin og hvussu vit kunnu styrkja okkum á marknaðinum.
Og tá ið hann hugsar um onnur lond, eru tað lond har arbeiðslønin er lág, fyrst og fremst Kina.
Egil Olsen sigur, at frá 1996 til 2001 meira enn fimmfaldaðist útflutingurin av frystum fiskaúrdráttum úr Kina. Ì 1996 var útflutningurin úr Kina 900 milliónir krónur og í 2001 var útflutningurin, vaksin til slakar fimm milliardir. Høvuðsmarknaðirnir fyri kinverskar fiskaúrdráttir eru, USA, Fjareystur og Evropa men í 2001 var Evropa størsti marknaðurin fyri frystar kinverskar fiskaúrdráttir.
? Sambært serfrøðingum, eru fiskavørurnar úr Kina nú líka góðar, sum føroyskar, íslendskar og norskar fiskavørur.
Ì Kina, verður allur fiskurin skorin við hond, men fiskurin í Europa verður maskinskorin. Ùrtøkan við hondskering, er eini 12% størri enn við maskinskering . Hinvegin forvinnur er ein miðal arbeiðaraløn í Kina einar 650 krónur um mánaðin.
Alt hetta ger, at sostatt kunnu Kinverjar selja somu vøruúrdrattir, á somu marknaðir, sum føroyingar, íslendingar og norðmenn gera, fyri ein søluprís sum er 12 krónur lægri fyri kilo.
Tríggir vegir fram
Egil Olsen sigur, at hetta er høvuðsorsøkin, til at at kappingin er munandi harðnað og at tað gerst truplari og truplari at virka fisk í Føroyum lønandi.
Hann sær tríggjar møguleikar fyri at vit kunnu fóta okkum í kappingini.
1. Feskar vørur og saltaðar vørur.
2. Fiskaframleiðslan má automatiserast og vit mugu leita eftir nýggjum framleiðslumøguleikum og marknaðum.
3. Hjáframleiðslur og biotøkni.
1. Feskar vørur og saltaðar vørur
Egil Olsen sigur, at størsti fyrimunurin, vit hava framum t.d. kinverjar, er, at vit kunnu bjóða feska -, og saltaða dygdarvøru, til kravmiklar keyparar í Europa og USA.
Men hvat feskari vøru viðvíkur, er neyðugt at leggja doyðin á, at betra um flutningsmøguleikarnar.
? Politiskt er tað týdningarmiklari at umrøða spurningin um betri flogferðslumøguleikar fyri feskar fiskaúrdráttir, enn alt tosið um undirsjóvartunlar. Skulu vit verða ein álítandi útvegari av feskum úrdráttum og røkka best møguligum prísi, er neyðugt at útvegað kundunum feskar dygdarvørur hvønn dag, alt árið.
Føroyskur saltfiskur hevur sera gott orð á sær, tí at vit hava megnað at framleitt eina javna og dygdargóða vøru, sum keyparnar hava vilja goldið ein meirprís fyri og tað mugu vit halda fast um.
2. Fiskaframleiðslan má automatiserast og vit mugu leita eftir nýggjum framleiðslumøguleikum og marknaðum
Hvat upsa viðvíkur, er tað neyðugt at effektiviserað framleiðsluna, soleiðis at framleiðslukostnaðurin fer niður. Tí er tað neyðugt við nýggjum framleiðsluútbúnaði, sum er arbeiðssparandi. Fyri at forrentað hesar nýíløgur, er neyðugt at virka upsan á virkjum, sum arbeiða stórar nøgdir árliga.
Egil Olsen leggur afturat, at eftir eina ferð í Japan á heysti í 2002, hevur tað undrað hann ikki sørt, at møguleikarnir ikki verða kannaðir fyri at fyri selja frystar upsaúrdráttir í Japan. Liturin á føroyska upsaflakinum, er ógvuliga meinlíkur litinum á tunfiski, sum er eitt fiskaslag, sum verður mest etið í Japan.
3.Hjáframleiðslur og biotøkni
Fiskivinnufrøðingurin heldur, at gagnnýtsla av øllum, er ein upplagdur møguleiki, at bøta um tað samlaða kappingarførið hjá tí føroysku fiskivinnuni. Um virði fæst burturúr øllum fiskinum, stendur ein seg munandi betri í kappingini um ráfiskin.
Hjáframleiðslur, umfatar tað, sum er eftir av rávøruni, táið høvuðsvøran er viðgjørd (høvd, ryggir, skræða og fráskurður) og innvølir, sum ikki koma á land við fiskinum, men verður tveitt fyri borð- uttan rognini.
? Tað leggja enn, nógvir møguleikar fyri at gagnnýta tað hjáframleiðslu sum stavar frá fiskaframleiðsluni á landi.
Sjálvur metir hann, at virðið av tí føroysku hjáframleiðsluni var í mesta lagi 60 milliónir í 2002.
Hinvgin vísir hann á, at í 2002 fluttu íslendingar hjáframleiðslur út fyri slakar 600 millónir krónur í okkara peningi og teir vænta ógvuliga stóran vøkstur tey næstu árini.
? Sostatt er onki at ivast í, at tað liggja stórir, ótroyttir møguleikar í at gagnnýta hjáframleiðslur í Føroyum, sigur Egil Olsen.
Les annars greinina í síni heild aðrastaðni í blaðnum.