Góði sameksistensurin í Tórshavnar kommunu millum AB, B36 og HB hevur gjørt tað møguligt hjá fótbóltsáhugaðum fólki at síggja tveir dystir í høvuðsstaðarøkinum teir leikdagar, tá tvey lið í høvuðsstaðnum hava havt heimadyst.
Leisturin hevur verið, at annar dysturin verður spældur klokkan 15, og hin dysturin verður spældur klokkan 17.15. Hesin sameksistensurin í Suðurstreymoy hevur verið góður fyri áskoðarar og miðlar, ið tá hava møguleikan at dekka fleiri dystir.
Tað lá í kortunum, at tann leisturin eisini fór at verða brúktur sunnudagin, tá AB hevur heimadyst ímóti B36, og HB hevur heimadyst ímóti Suðringum. Men soleiðis verður ikki. Báðir dystirnir verða spældir klokkan 15. Og harvið verða allir dystirnir í 19. umfari spældir klokkan 15 sunnudagin.
FM1 hevði ætlað at sagt frá trimum dystum sunnudagin, og teir vóru HB-Suðringar, AB-B36 og KÍ-EB/Streymur, men tað letur seg ikki gera við einum trunkaumfari. Nú fer FM1 at siga frá bara tveimum dystum, og verða tað HB-Suðringar og KÍ-EB/Streymur.
FM1 hevur upptakt til 19. umfar klokkan 14 sunnudagin, og aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur".