Trump vitnar í máli um ærumeiðing

NEW YORK CITY: Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump gav í gjár frágreing í einum máli um ærumeiðing ímóti honum.

 

 

Málið er reist av amerikanska klummuskrivaranum, E. Jean Carrol, sum sigur, at hon varð neyðtikin av Trump í 1990'unum.

Tann í dag 78 ára gamla Carrol, sum skrivaði fyri blaðið Elle, stevndi republikanska millaridinginum í november í 2019, har hon legði hann undir ærumeiðing við at halda uppá, at hon leyg um ágangin.

Trump segði í juni í 2019, at hann ongantíð hevði møtt Carrol, og at »hon ikki er mín typa«.

Hann hevur eisini sagt, at Carrol royndi at skapa áhuga um bókina, hon skrivðai, og at hon »lýgur fult og heilt«. Tað er tann útsøgnin, sum førdi til málið um ærumeiðing.

Í síðstu viku vísti ein dómstólur í New York aftur at útseta vitnisfrágreiðingina hjá Trump enn einaferð.

/ritzau/AFP