Trump-vinarligt sosialt netverk tvungið offline

Sosiala netverkið Parler hevur mist atgongd til servarar hjá amazon og er tí offline.

Konservativa netverkið Parker er tvungið av netinum í dag. Tað sæst av tænastum, sum fylgja við heimasíðum.

Parler er koyrt av netinum, eftir at Amazon ávaraði felagið um, at tað fór at missa atgongdina til servararnar, sum Amazon hevur eftirlitið við.

Amazon heldur, at Parker ikki hevur verið ført fyri at taka burtur innihald, sum eggjar til harðskap.

Parler hevur fingið altsamt størri undirtøku seinastu vikurnar. Tænastan var eisini mest downloadaða app á appstore hjá Apple, eftir at Twitter koyrdi amerikanska forsetan, Donald Trump, av tænastuni.

Trump var koyrdur av Twitter, eftir at viðhaldsfólk hansara mikudagin løgdu á Kongressina í USA. Funnist hevur síðani verið at honum fyri at hava eggjað til harðskapin.

Boð um at stuðla álopið ímoti kongressini hava verið nógv á Perler. Har hava eisini verið áheitanir um nýggjar mótmælisgongur.

Tað førdi fríggjadagin til, at Google strikaði Parler av síni appstore. Apple gjørdi tað sama leygardagin.

Parler fór offline stutt eftir midnátt lokala tíð. Tað svarar til klokkan 8 okkara tíð. Tá tænastan er farin offline, vísir tað, at hon ikki hevur verið før fyri at finna annað stað enn Amazon til at halda servararnar koyrandi.

/ritzau/AFP