Trump verður ignoreraður á gamla heimavølli sínum Fox News

Aðrir republikanarar fáa uppmerksemi, sum Trump plagdi at fáa á konservativu sjónvarpsrásini Fox News

 

Trump hevur áður kært seg um, at Fox News hevur hvat »ov negativar« søgur um seg. Men tað, at støðin nú ignorerar hann, er enn verri fornermilsi, heldur Trump. (Arkivfoto). - Foto: Jonathan Jones/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi forsetin í USA Donald Trump verður ofta forbígingin á Fox New.

 

Sjónvarpsstøðin, sum einaferð var heimavøllur hjá fyrrverandi forsetanum, hevur ikki gjørt samrøðu við Donald Trump í yvir 100 dagar.

 

Tað skrivar blaðið New York Times.

 

Blaðið sigur harumframt, at aðrir republikanarar nú fáa tað uppmerksemið, sum Trump áður fekk.

 

Tað er fjølmiðlakongurin Rupert Murdoch, sum eigur Fox New, og hann var ofta á skíggjanum, tá hann førdi valstríð at gerast forseti í 2016.

 

Sjónvarpsráðsin, sum hevur eitt konservativst støði, var eisini eisini miðilin, sum Trump mangan tók framum, tá hann var forseti.

 

Men tað letur til, at Fox News – sum annars eins og nógvir aðrir amerikanskir miðlar – í størri mun síggja burtur frá fyrrverandi forsetanum, sum í løtuni verður kannaður fyri lut sín í harðliga álopinum á Kongressina 6. januar í 2021.

 

Trump hevur áður klagað um, at Fox News hevur havt »ov negativar« søgur um seg.

 

Men tað, at rásðin ignorerar hann, er enn størri háðan, heldur Trump sambært tveimum persónum, ið standa honum nær, sum New York Times hevur tosað við.

 

Eitt nýtt dømi um broytta dekningin hjá Fox News av Trump er ein veljarafundur í Arizona í síðstu viku.

 

Har luftaði Trump møguleikan fyri, at hann fer at stilla upp aftur til forsetavalið í 2024. Fox News valdi ikki av vísa veljarafundin, eins og tey hava gjørt við flestu veljarafundum hjá Trump í ár.

 

Í staðin vísti støðin eina samrøðu við republikanska guvernørin Ron DeSantis, sum er ein av møguligu kappingarneytum hjá Trump at gerast forsetavalevni fyri Republikanararnar í 2024.

 

Og tá Trump tosaði við eitt konservativt tiltak í Washington í hesi vikuni, valdi Fox News ikki at senda frá tiltakinum. Í staðin vísti støðin nøkur kut, eftir at hann hevði tosað.

 

Til samanberingar hevði støðin sama dag sent beinleiðis frá eini 17 minuttir langari røðu hjá fyrrverandi varaforsetanum Mike Pence. Men Trump mátti lata sær lynda at fáa lakari tíðindaumrøðu.

 

/ritzau/

 

Trump hevur áður kært seg um, at Fox News hevur hvat »ov negativar« søgur um seg. Men tað, at støðin nú ignorerar hann, er enn verri fornermilsi, heldur Trump. (Arkivfoto). - Foto: Jonathan Jones/Ritzau Scanpix