Trump vann í New Hampshire – Haley lovar at stríðast víðari

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump vinnur undanvalið hjá Republikanarunum í statinum New Hampshire, sigur greiningarstovnurin Edison Research.

Harvið staðfestir fyrrverandi forsetin sítt vald í republikansku kappingini um at gerast tað valevnið, sum við størstu sannlíkindum skal stilla upp ímóti sitandi forsetanum Joe Biden á forsetavalinum í Amerika í november.

Einasti kappingarneyti hjá Trump, sum er eftir, er fyrrverandi ST sendikvinnan Nikki Haley, sum hóast tapið lovar at stríðast víðari.

– Hendan kappingin er langt frá endað, sigur hon við viðhaldsfólk síni á eini valveitslu í býnum Concord, sum er høvuðsstaður í New Hampshire.

Hon heitir á Trump um at koma at kjakast við hana.

 

##med2##

/ritzau/Reuters