Ein meiriluti í umboðsmannattinginum í USA hevur í nátt atkvøtt fyri at seta Donald Trump forseta fyri ein ríkisrætt.
Bara tvær ferður áður í amerikansku søguni er tað hent: Andrew Johnson í 1868 og Bill Clinton í 1999.
Viðvíkjandi fyrra ákærupunktinum, sum snúði seg um valdsmisnýtslu, atkvøddi Umboðsmannatingið, har Demokratarnir hava meiriluta, fyri við atkøvðunum 230 ja og 197 nei.
Akærurnar snúgva seg um, at Donald Trump nýtti embæti sítt til at leggja trýst á stjórnina í Ukraina.
USA vildi halda aftur hernaðarstuðli, um ikki forsetin Volodimir Zelenskij, boðaði frá, at Ukraina vildi kanna mótstøðumann Trump, Joe Biden og son hansara fyri mutur.
Eisini í seinna ákærupunktinum um at arbeiða ímóti Kongressini verður Donald Trump settur fyri ein ríkisrætt.
Tað er greitt eftir seinnu atkvøðugreiðsluna í nátt okkara tíð.
Her atkvøddu 229 fyri og 198 ímóti.
Hendan ákæran snýr seg um, at Trump hevur tarnað eini ríkisrættarkanning hjá Kogressini við at nokta at lata frá sær skjøl og noktað toppembætismonnum at vitna í málinum.
Sum væntað atkvøddu næstan allir demokratarnir í Umboðsmannatinginum fyri teimum báðum ákærupunktunum. Tó atkvøddi Tulsi Gabbard, sum er við í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum, blankt í báðum atkvøðugreiðslum.
Allir republikanarnir atkvøddu ímóti.
Ríkisrættarmálið verður nú sent víðari til Senatið, sum skal taka avgerð í málinum.
Fyri at Trump skal setast frá, krevjast tveir triðingar í meiriluta – altso at í minsta lagi 67 av teimum 100 limunum í Senastinum atkvøða fyri.
Tá republikanararnir hava meirilutan í Senatinum fer tað valla at henda.
Kjakið í Umboðsmannatinginum byrjaði mikumorgunin lokala tíð, og fyrra atkvøðugreiðslan var liðug stutt fyri klokkan 20:30.
/ritzau/











