Styrkt stríð móti IS og ein sissandi orðastreymur ímóti Iran vóru høvuðsboðskapurin hjá Donald Trump á vitjanini í Riyadh.
Donald Trump hevur sligið leiklutin hjá USA sum stórveldi fastan í talu til leiðarar frá arabiskum og muslimskum londum í høvuðsstaðnum í Saudi-Arabia, Riyadh.
Tað heldur Birthe Hansen, lektari, sum granskar í amerikanskum uttanríkis- og trygdarpolitikki við Institut for Statskundskab á Københavns Universitet.
Trupmp hevur higartil – mótsætt undanmonnum sínum í Hvítu Húsunum – ikki brúkt vendingar sum »amerikansk leiðsla« um leiklutin hjá USA í heiminum.
– Hann fekk bæði sagt, at USA er størst og sterkast. Og tað var har (í Riyadh, red.), at tað hendi. So hann fekk í veruleikanum sat, at USA framvegis er leiðari – eisini í Miðeystri, sigur Birthe Hansen.
– Tað var merkisvert, leggur hon afturat.
Forsetin talaði í trý korter framman fyri leiðarunum á síni fyrstu uttanlandsferð.
Millum høvuðsboðskapirnar var styrkt stríð mótvegis Islamiskum Stati, har USA leiðir samgonguna av herdeildum í sýria og Irak ímóti jihadistunum.
– Hann vil fegin hava, at tey arabisku sameindu taka meira lut, sigur Birthe Hansen.
Samstundis legði hann harðliga eftir Iran. Hann ákærdi landið fyri at spreiða yvirgang og kravdi boykott.
– Øll lond mugu avbyrjga tey, segði hann.
Fyri forsetan snúði tað seg um at vissa luttakararnar á toppfundinum, sigur Birthe Hansen.
– Hann vildi sissa tey í mun til, at USA ikki er við at skifta síðu til Iran – og siga við Iran, at tey ikki hava fingið ein blankokekk, sjálvt um gjørd er ein kjarnorkuavtala við landið, sigur hon.
Og har vóru fleiri skilagóð poeng í taluni, leggur hon dent á.
– Tað kann vera skilagott at siga við arabisku sameindu, at tey mugu luttaka eitt sindur meira, líkasum hann hevur sagt við evropearar í Nata, sigur Birthe Hansen.
/ritzau/









