Trump revsar Kina við tolli fyri risaupphædd

Kina svarar straks aftur upp á revsitollin hjá Donald Trump og boðar frá sama tolli.

 

Amerikanski forsetin er farin eitt fet víðari ímóti handilskríggi.

 

Hvítu Húsini boða frá – sum vætnað – at USA hækkar tollsatsin til 25 prosent á fleiri vørum úr Kina. Tiltakið hevur eitt samlað virði upp á 50 milliardir dollarar (320 milliardi krónur).

 

Men sjálvt um tað var væntað, kann tað fáa álvarsamar avleiðingar.

 

Tí Kina hevur svarað aftur straks við boðum um, at svarað verður aftur við sama slag tolli.

 

– Kina er av óvilja fari í eitt handilskríggj, men kinverka síðan hevur ikki annað val enn at svara aftur harðliga, verður sagt úr handilsmálaráðnum í Beijing.

 

Nýggju tollsatsirnir hjá Donaldi Trump móti Kina verða settir í verk vegna »órímuliga handilspraksis úr Kina«. Amerikanski forsetin hevur leingi verið sera misnøgdur við handilsjavnahallið mótvegis Kina.

 

– Talan er ikki um handilskríggj, sigur Trump í viðmerking til boðini úr Kina.

 

Tollurin er sambært amerikanska forsetanum neyðugur, um USA skal forða fyri, at amerikonsk tokni og vitan verður latin Kina. Tollhækkingini skal sambært forsetanum verja amerikonsk arbeiðspláss.

 

– USA kann ikki longur liva við at missa tøkni og vitan gjøgnum órættvísar búskaparligar leiðir, sigur Trump.

 

Millum allar tær mongu kinverku vørurnar er »týdningarmikil tøkni«, skriva Hvítu Húsini í eini fráboðan.

 

Handilin millum USA og Kina »hevur verið ógvuliga órímuligur í longir tíð. Støðan er ikki longur haldbar, siga Hvítu Húsini.

 

Tað framgongu ikki, nær hækkaði tollurin kemur í gildi.

 

ES gjørdi hósdagin av at svara aftur upp á revsitollin hjá USA upp á stál og aluminum við at áseta toll á fleiri amerikanskar vørur.

 

/ritzau/AP