Trump og Zelenskyj hittust áðrenn jarðarferðina hjá pávanum

Ukrainski forsetin hitti Trump forseta kring jarðarferðina hjá pávanum, váttar ein talsmaður.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjaði mikudagin eitt stað í Kiev, sum hósdagin varð rakt av einum russiskum rakettálop. 12 fólk doyðu og 90 fingu skaða. Vegna álopið var ivi um luttøkuna hjá Zelenskyj í jarðarferðini hjá pávanum í Róm. - Mynd: Tummas Pætur/Reuters

Forsetin í Ukraina, Valdimir Zelenskyj, hitti amerikanska forsetan, Donald Trump, í Róm í dag.

Tað váttar talsmaðurin hjá Zelenskyj, sambært Reuters.

Hann upplýsir ikki nærri um, hvat varð umrøtt á fundinum.

Trump hevur seinastu dagarnar pástaðið, at Ukraina og Russland eru "sera nær við eina avtalu" um vápnahvíld.

Fundurin millum forsetarnar báðar var beint áðrenn jarðarferðin hjá Frans páva byrjaði klokkan 9 á Pæturstorginum.

Ein embætismaður í Hvítu Húsunum váttar, at Trump hitti Zelenskyj í Róm. Teir báðir høvdu eina sera produktiva samrøðu, sigur embætismaðurin við Reuters.

Keldur úr Vatikaninum siga við Sky News, at forsetarnir báðir eru samdir um at tosa víðari, eftir at jarðarferðin er liðug.

Hetta hava Hvítu Húsini ikki váttað.

Trump varð fríggjadagin spurdur av tíðindafólkum, um hann fór at hitta Zelenskyj í Rom.

- Tað ber til, svaraði Trump, tá hann fríggjadagin fór umborð á eina tyrlu í Washington, D.C., sum var fyrsta stigið á leiðini til Róm.

Fundurin millum teir báðar í Róm er tann fyrsti teirra millum, síðani Zelenskyj vitjaði Hvítu Húsini 28. februar.

Her varð ukrainski forsetin skeldaður av Trump og varaforseta hansara, J.D. Vance, fyri at rullandi myndatólum.

Zelenskyj var mikudagin ivasamur, um hann enntá kundi luttaka eftir blóðugu álopini í Ukraina seinastu tíðina. Hósdagin doyðu 12 fólk og 90 fingu skaða í einum russiskum rakettálopi á høvuðsstaðin Kiev.

 

##med2##

Serligi sendiharrin hjá Trump, Steve Witkoff, var fríggjadagin í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, har hann hevði ein fund í tríggjar tímar við russiska forsetan, Vladimir Putin.

USA hevur latið upp fyri, at Krim framvegis kann vera undir russiskum eftirliti. Russland legði hálvoynna ólógliga undir seg í 2014.

Trump segði eisini í samrøðu við Time Magazine fríggjadagin, at hann heldur, at Ukraina kanska noyðist at geva upp 20 prosent av sínum øki.

Umframt Zelensky forseta komu ukrainska forsetafrúan, Olena Zelenska, og uttanríkisráðharrin Andriy Sybiha til Róm leygarmorgunin at luttaka í hátíðarhaldinum í Pæturskirkjuni.

 

/Ritzau/

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjaði mikudagin eitt stað í Kiev, sum hósdagin varð rakt av einum russiskum rakettálop. 12 fólk doyðu og 90 fingu skaða. Vegna álopið var ivi um luttøkuna hjá Zelenskyj í jarðarferðini hjá pávanum í Róm. - Mynd: Tummas Pætur/Reuters

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, kom fríggjamorgunin til Róm at luttaka í jarðarferðini hjá Frans páva. Hann fer at hitta Trump, meðan báðir forsetarnir eru í Rom, váttar ein talsmaður. - Mynd: Kai Pfaffenbach/Reuters