Trump hevur í bæði tosað við Putin og Zelenskyj Mynd: John Thys, Evgenia Novozhenina Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix

Trump og Zelensky tosaðu í telefon sigur Ukraina

Eingin "rættvísur friður" fyri Ukraina uttan evropearar í samráðingum, sigur franski ráðharrin eftir áheitanina hjá Trump.

Trump hevur í bæði tosað við Putin og Zelenskyj Mynd: John Thys, Evgenia Novozhenina Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetin, Zelensky, tosaði í telefon við amerikanska forsetan Trump í dag, upplýsir ukrainska forsetaskrivstovan sambært Reuters.

Samrøðan kemur í kjalarvørrinum av, at Trump eisini í dag tosaði í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Her samdust teir báðir leiðararnir um at vitja londini hjá hvørjum øðrum og at byrja samráðingar um at enda kríggið í Ukraina beinanvegin.

Hetta skrivar Trump á sínum sosiala miðli TruthSocial.

Telefonsamrøðuna hevur Kreml eisini váttað, skrivar russiski almenni miðilin Tass, sum eisini skrivar, at teir báðir leiðararnir eru samdir um at hittast.

Stutt eftir samrøðurnar hjá Trump við Zelensky og Putin, viðmerktu fleiri evropeiskir uttanríkisráðharrar fráboðanina hjá Trump um at byrja samráðingarnar.

Hetta er millum annað galdandi fyri uttanríkisráðharran í Fraklandi, Jean-Noël Barrot, sum sambært Reuters leggur dent á, at uttan evropearar í samráðingunum verður eingin "rættvísur friður" fyri Ukraina.

 

/Ritzau/

 

 

Trump hevur í bæði tosað við Putin og Zelenskyj Mynd: John Thys, Evgenia Novozhenina Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix