Toppfundurin millum amerikanska forsetan og leiðaran í Norðurkorea byrjar klokkan 9 á morgni í Singapore 12. juni.
Fyrireikingarnar til søguliga toppfundin millum teir báðar leiðararnar nærkast, og í gjár upplýstu Hvítu Húsini, at fundurin millum Donald Trump og Kim Jong-un tann 12. juni í Singapore væntast at byrja klokkan 9 á morgni lokala tíð.
Fráboðanin um klokkutíðina fyri fyrsta fundin millum teir báðar leiðararnir kemur tríggjar dagar eftir, at Trump tók ímóti eini høgstandandi sendinevnd úr Norðurkorea í forsetabústaði sínum í Washington.
Gestirnir góvu Trump undir vitjanini eitt bræv frá Kim Jong-un. Sarah Sanders, tíðindatalskvinna í Hvítu Húsunum vil einki siga um innihaldið í brævinum, men sigur, at »vit hava varhugan av, at alt heldur fram við at ganga framá«.
– Eg kann siga tykkum, at forsetin dagliga verður kunnaður av trygdarráðgevum sínum um Norðurkorea. Og eg kann eisini upplýsa, at fyribils tíðarætlanin fyri fyrsta fundin er 12. juni klokkan 9 Singapore-tíð, sigur hon.
Singapore er sjey tímar framman fyri Føroyar, sá tá Trump og Kim Jong-un eftir ætlan seta seg við samráðingarborðið, er klokkan tvey um náttina her hjá okkum.
Hvørt talan verður um fleiri fundir, sigur Sarah Sanders einki um.
Høvuðsevnið á fundinum verður kjarnorkuvápnaætlanin hjá Norðurkorea. USA krevur kjarnorkuætlanina avtikna, áðrenn talan verður um at seta úr gildi handilstiltøkini ímóti Norðurkorea.
/ritzau/Reuters