Trump og Clinton vunnu á heimavølli

Íbúgvar í New York vóru í gjár í valhølunum, har undanval til forsetavalið var hjá hjá bæði republikanarum og demokratum.


Tá 98 prosent av atkvøðunum vóru upptaldar, hevði Donald Trump fingið 60 prosent av atkvøðunum, meðan Hillary Clinton hevði fingið 58 prosent.


Væntað varð frammanundan at Donald Trump og Hillary Clinton fóru at vinna statin, ið er at meta sum heimavøllur fyri bæði. Fyri Donald Trump, tí tað er har, at hann hevur bygt sína fyritøku og hevur høvuðsskrivstovu, meðan New York er staturin, har Hillary Clinto á fyrsta sinni varð vald til eitt demokratiskt embæti, nevniliga sum senatorur fyri statin.


Fyri undanvalið merkir úrslitið, at báðir favorittarnir leggja eitt sindur av frástøðu millum seg og avbjóðararnar, eftir at tað hava verið avbjóðararnir, ið hava vunnið flest umboð síðstu vikurnar.


Sum støðan er nú, so manglar Hillary Clinton einans at vinna 480 av teimum 1.692 umboðunum, ið eru eftir, fyri at fáa meiriluta, meðan Donald Trump manglar at vinna 392 av teimum 734 umboðunum, ið eru eftir.


Næsta undanval verður í næstu viku, tá veljarar í Maryland, Pennsylvania, Connecticut, Rhode Island og Delaware skulu atkvøða.