Donald Trump og Hillary Clinton liggja á odda í meiningakanningunum hjá ymsu kanningarstovunum, nú ein góð vika er eftir til fyrsta undanvalið verður í Iowa.
Átta tær seinastu veljarakanningarnar av republikanska undanvalinum í Iowa vísa ein samlaðan sigur til Donald Trump við 2,6 prosentstigum framman fyri Ted Cruz. Hann førir í seks av átta kanningum, meðan Ted Cruz førir í hinum báðum. Donald Trump fær stuðul frá 29 prosentum og Ted Cruz frá 26,4 prosentum. Á triðja plássi liggur Marco Rubio við 11,4 prosentum og síðani kemur Ben Carson við 8,5 prosentum. Seinastur á topp fimm listanum er Jeb Bush við 4,5 prosentum.
Ted Cruz hevur annars ligið á odda í Iowa seinasta mánaðin, men seinastu vikuna er Donald Trump farin fram um aftur og í løtuni økist munurin teirra millum.
Hjá Demokratunum er Hillary Clinton á odda við 3,2 prosentstigum. Hon fær 46,3 prosent av atkvøðunum, móti teimum 43,1 prosentum hjá Bernie Sanders. Her hevur Hillary Clinton ligið á odda alla tíðina, men meðan hevði meiri enn tvífalt so stóra undirtøku sum Bernie Sanders í Iowa fyrst í novembur (56,3 prosent móti 26,5 prosent), var munurin einans 0,2 prosent í síðstu viku.
9. februar verður undanval í New Hampshire. Har vinna væntandi Donald Trump og Bernie Sanders stórsigur. Trump førir við 18,6 prosentum móti Kasick, Cruz og Rubio, meðan Sanders er 12,5 prosentstig framman fyri Hillary Clinton.
20. februar verður undanval í South Carolina hjá republikanarunum og í Nevada hjá demokratunum. 23. februar er undanval hjá republikanarunum í Nevada og 27. februar hjá demokratunum í South Carolina.
1. mars verður so Super Tuesday, tá heili 15 statir hava undanval, 14 at finna forsetavalevnið hjá republikanarunum, 12 hjá demokratunum.
Seinasta undanvalið verður hildið í District of Columbia, 14. juni, tá demokratisku veljararnir fara á val. Seinasta undanvalið hjá republikanarunum er 7. juni í California, Montana, New Jersey, New Mexico og South Dakota. Tá eru tó væntandi bæði forsetavalevnini longu funnin.











