Trump kallar OL-innsløg við drag fyri vanvirðing

Donald Trump, sum republikanska forsetavalevnið til komandi valið í USA, kallar setanina av OL fyri “ein vanvirðing”.

Tað segði forsetavalevnið og fyrrverandi forsetin í samrøðu við amerikonsku sjónvarpsrásina Fox News.

- Eg eri ógvuliga opin, men eg haldi framvegis, at tað, sum teir gjørdu, var ein vanvirðing, sigur Trump.

Málið snýr seg um OL-setanina í franska høvuðsstaðnum, París, har DJ Barbara Butch framførdi við showi av dansarum og drag queens.

Ein serligur partur av tiltakinum hevur elvt til altjóða øsing, tí hann sær út sum ein eftirlíking av kenda málninginum hjá Leonardo da Vinci "Seinasta kvøldmáltíðin".

Tiltakið hevur eisini fingið atfinningar frá fleiri katólskum bólkum og fronskum biskupum.

 

/ritzau/AFP