Hesir søgdu allir undan valinum, hvat teir ætlaðu.
Teir fremja nú tað, sum stendur undir teirra ræði,
Tá politikarar á vinstra vongi í mong ár hava víst, hvørja kós teir ætlaðu at seta, tá meiriluti fekst, kann tað ikki koma nøkrum dátt við, tá orð nú vera umskipað til veruleika!
Allir føroyingar vita, at bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í fleiri ár hava ætlað at økt krøvini til vinnulívið – serliga á sjógvi – fyri at fáa fleiri pengar í landskassan frá gjøldum og eykagjøldum. Samstundis hevur Framsókn sett út í kortið at fáa býti og umbýti soleiðis, at takast kann frá teimum, sum ídag troyta vinnuna, fyri at lata til “onkran annan”!
Flestu føroyingar vita eisini og hava vitað, at hetta fór at verða ein hóttan móti fiski- og alivinnuni, har eini 90 prosent eru staðsett úti um landið. Høvuðstaðurin hevur satsað uppá tað almenna og allar tær risastóru íløgur við avleiddum vinnum og íløgum, fíggjaðar úr landskassanum.
Vandafull leið
At taka úr vinnuni risaupphæddir afturat, fyri at geva landskassanum gylt umframt alt, sum áður hevur verið kravt ígjøgnum seinnu árni, er ikki bara vandafull leið at ganga, men hon hevur longu skatt samfelagið.
Trump, Hoydal, Johannesen og Michelsen høvdu minst eitt til felags – eina ætlan. Munurin er tó at fáa eyga á. Hjá USA-forsetanum er tað: “America first”, við greiðari ætlan at lætta um hjá vinnuni fyri at fáa fleiri fólk í arbeiði, meðan tað hjá løgmanni, og báðum landsstýrismonnunum er: “Landskassin fyrst, tí vinnan hevur nóg mikið”!
Vónandi verður skaðin ikki
ov stórur
Um Lyftini og gerðirnar hjá USA-forsetanum fara at fáa eitt bakkast fyri USA, fæst at síggja, men eg eri ræddur fyri, at lyftini hjá løgmanni og báðum landsstýrismonnunum áðrenn valið, sum nú er veruleiki hóast eitt vet broytt, kann verða til stóran ampa fyri føroyska vinnulívið, fyri sjófólkið og arbeiðarar á landi. Vónandi gerst skaðin ikki ov stórur! Virðingin fyri vinnulívinum, fiskimonnum og arbeiðsfólki, eigur at liggja hægri.
Leggi afturat! Harmist mín góða liberala vinman, Poul Michelsen, sum av eini ella aðari orsøk hevur latið seg kroyst, hann sum eg, síðani vit komu at kennast, havi virðismett sera høgt við hansara væleydnaða lívið við succes eftir succes, ið øllum hann hevur fyritikið sær.
Hinvegin var onki annað væntandi av løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, og tann sum lat sína atkvøðu til teirra, vitsti hvat hann fekk.
“Kvartettin” roynir at fremja
tað hon lovaði
Nógv umtalaði nýggi forsetin í USA, Donald J. Trump, segði eisini hvat hann ætlaði at fremja, og hann ger tað, um hann ikki verður hildin aftur.
Jú hendan “kvartettin” hevur meiri enn so okkurt til felags!!
Fari til seinast at endurtaka, tað sum danska forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen segði við TV2: “Vi har ingenting i Danmark, hvis ikki vi har et stærkt dansk erhvervsliv”!