Trump hóttir Norður Korea

Rakettmaðurin er á sjálvmorðsmissión, segði forsetin

Í fyrstu røðu síni í ST í dag, hótti Amerikanski forsetin Donald Trum við at leggja Norður Korea í oyði.  

 

 

Les eisini: Skal tala í ST fyri fyrstu ferð

 

 

Hann segði, at USA er sterkt og tolið, men um tað verður neyðugt at verja USA ella viðhaldslond tess, so hevur USA onki val enn at leggja Norður Korea í oyði.

 

 

- Rakettmaðurin er á sjálvmorðsmissión, segði forsetin, og sipaði tá til einaræðisharran, Kim Jong-on.

 

 

- USA er til reiðar, men vónandi verður hetta ikki neyðugt, og hetta er orsøkin til, at vit hava ST. Latið okkum nú síggja, hvussu ST fer at roynast, segði hann eisini.