Amerikanski forsetin sigur, at USA skal hava Grønland við atliti til altjóða trygd, og hetta sigur hann sambært tíðindastovuni, AFP.
Við podkast-vertin, Vince Coglianese, sigur Donald Trump soleiðis:
- Eg hati at siga tað á henda hátt, men vit skulu hava Grønland, endurtekur hann stutt fyri vitjanina hjá amerikanska varaforsetanum, J.D. Vance í Grønlandi.
Varaforsetin og kona hansara, Usha Vance, vitja Grønland fríggjadagin, og vitjanini hevur longu vakt ans á altjóða pallum.
Orsøkin til, at vitjanin hevur vakt ans, er, at amerikanski forsetin - aftur og aftur - hevur sagt, at USA vil hava Grønland.