Trump ávarar Medvedev: Fer at seta kjarnorkukavbátar nærhendis Russlandi

Donald Trump sigur, at hann hevur givið boð um at seta kjarnorkukavbátar í ”hóskandi øki” nærhendis Russlandi.

Medvedev og Trump. Mynd: Brendan Smialowski Andrej Isakovic/AFP/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at seta kjarnorkukavbátar nærhendis Russlandi eftir útsagnir frá fyrrverandi russiska forsetanum, Dmitrij Medvedev.

Hetta skrivar hann á Truth Social.

Medvedev er komin við fleiri hóttanum undir krígnum í Ukraina, eitt nú um ein triðja heimsbardaga og russisk kjarnorkuvápn.

Sambært norsku tíðindastovuni NTB vísir Trump í sínum uppslagi til boð um X frá Medvedev, sum er næstformaður í russiska trygdarráðnum.

- Eg havi skipað fyri, at tveir kjarnorkukavbátar verða settir á hóskandi økir, bara fyri at hesar ørkymlandi og provokerandi útsagnir eru meira enn bara útsagnir.

- Orð hava stóran týdning og kunnu ofta elva til ótilætlaðar avleiðingar, skrivar Trump á sínum sosiala miðli Truth Social.

Í uppslagnum á X ljóðaði millum annað frá Medvedev:

- Trump spælir ultimatumspælið við Russland. Hvørt nýtt ultimatum er ein hóttan og eitt stig móti kríggi. Ikki millum Russland og Ukraina, men móti sínum egna landi, skrivaði Medvedev.

 

/Ritzau/

 

Medvedev og Trump. Mynd: Brendan Smialowski Andrej Isakovic/AFP/Ritzau Scanpix