Trump ætla at reka 240.000 ukrainsk flóttafólk úr USA

Trump-stjórnin ætlar at taka burtur lógarstøðuna hjá meira enn 1,8 milliónum tilflytarum.

Fundurin hjá Donald Trump við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskij, fyri stuttum gjørdist skeldarí fyri rullandi myndatólum. Ætlanirnar um at taka uppihaldið hjá ukrainarum aftur byrjaðu tó áðrenn fundin, skrivar Reuters. (Arkivmynd). - Mynd: Ben Curtis/Ritzau Scanpix

Donald Trump og amerikanska stjórnin ætla at taka aftur fyribils uppihaldsloyvi hjá 240.000 ukrainskum flóttafólkum í USA.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Teir mongu ukrainararnir flýddu til USA eftir innrásina hjá Russlandi í Ukraina fyri meira enn trimum árum síðani.

Ætlanin hjá Trump at steðga uppihaldsloyvinum er liður í einum størri átaki hjá forsetanum móti flóttafólkum í USA.

Trump-stjórnin ætlar at taka burtur lógarstøðuna hjá meira enn 1,8 milliónum tilflytarum, skrivar Reuters.

Tey fingu øll loyvi at vera verandi í USA undir fyribils humaniterum tiltøkum, sum vóru sett í verk í tíðini, tá Joe Biden var amerikanskur forseti.

Endaliga avgerðin verður væntandi undirskrivað í apríl, stendur í fráboðanini.

Umframt teir 240.000 ukrainararnar er ætlanin, at eisini 530.000 flóttafólk úr Kuba, Haiti og Venesuela skulu missa bústaðarrættin í USA.

Tað sama kann fáa avleiðingar fyri 70.000 afganar, sum flýddu til USA, eftir at Taliban tók yvir Afghanistan fyri fýra árum síðani.

/Ritzau/