? Tann góði taktikkurin verður ongantíð avdúkaður.
Soleiðis svarar løgmaður, tá ið hann verður spurdur um viðmerkingina hjá blaðstjóranum á Ekstra-Blaðnum, Hans Engell, sum í eini tinghelluni í Sosialinum rør fram undir, at danska stjórnin fer at brúka avtaluna hjá dønum við grønlendingar um uttanríkispolitisku heimildarnar sum ein trumf mótvegis føroyingum.
? Eg ivist í, um hetta hevur verið eitt bevíst taktiskt trekk hjá dønum at gera eina avtalu við grønlendingar fyrst, men í bakspeglinum líkist tað einum taktiskum leiki, heldur Jóannes Eidesgaard.
? Hans Engell er ein góður eygleiðari, og hann hevur stóra vitan um, hvussu tað politiska spælið er í Danmark, og hann kallar so avtaluna við grønlendingar fyri ein trumf hjá donsku stjórnini. Eg kann bara siga, at vit fara ikki at góðtaka somu avtalu, sum danir hava gjørt við grønlendingar.
Føroyingar av sporinum
Ætlanin hevur leingi verið, at føroyingar og grønlendingar skulu fáa størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum. Tað ítøkiliga arbeiðið við hesum byrjaði í einum embætismannabólki mannaðum við dønum, føroyingum og grønlendingum, og ætlanin var, at avtalurnar skuldu koma í gildi á nýggjárinum í ár.
? Alt arbeiðið við avtalunum hjá føroyingum og grønlendingum var parallelt til desember mánað í fjør, tá ið danir bóðu føroyingar um at fáa betur stundir at umhugsa seg í. Samstundis hildu samráðingarnar við grønlendingar fram, og har er ein avtala komin burturúr, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Avtalan millum danir og grønlendingar passar ikki til okkum, tí fara vit ikki at góðtaka somu avtalu, sigur løgmaður.
Bíða eftir
Samráðingarnar millum føroyingar og danir um uttanríkispolitisku heimildirnar hava ligið stillar síðani desember mánað í fjør, og nú bíðar landsstýrið eftir, at fólkatingsvalið er av, og danir aftur hava eina arbeiðsføra stjórn.
? Eg tosaði við Anders Fogh Rasmussen nakrar fáar dagar, áðrenn hann útskrivaði valið, og tá tosaðu vit um, hvussu vit kundu fáa samráðingarnar í gongd aftur. Tað eru fleiri møguleikar, og nú bíða vit eftir, at fólkatingsvalið er farið afturum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at sjálvstýrisarbeiðið í Føroyum og Grønlandi er so ymiskt, at avtalurnar hjá kunnu ikki verða eins.
? Føroyingar og grønlendingar hava sera ymiskar fortreytir, og tí kann sjálvstýristilgongdin í Føroyum og Grønlandi ikki synkroniserast, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki dugir at meta um møguleikarnar fyri at fáa eina øðrvísi uttanríkispolitiska avtalu við danir, enn grønlendingar hava fingið.