Í gjár var hátíðarhald í Klaksvíkar Býráð til heiðurs fyri Sólfríð Olsen, fulltrúa í býráðsumsitingini, sum nú hevur arbeitt í býráðnum í 25-ára starvsdag.
Hon hevði sín fyrsta starvsdag í býráðnum tann 1. oktober 1989, tá ið hon byrjaði sum skrivari hjá borgarstjóranum og býráðsskrivaranum.
Í røðu síni fyri henni, segði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, at fjølbroytni, fleksibilitetur og praktiskur hugsunarháttur telist millum nógvu dygdirnar hjá Sólfríð. Borgarstjórin legði afturat, at Sólfríð Olsen hevur verið eitt framúr trúfast, arbeiðssamt starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu. |