"Vit hava sanniliga ein snildan formann, sum altíð sleppur sær undan at verða viðgjørdur. Høgni Hoydal er einfalt ikki til diskussión(...) váðar ein av kritikarunum sær so mikið sum at opna gákin, ja, so skal alt floksapparatið aktiverast. So skal viðkomandi leiðast til dóms og tað, sum kanska verri er".
Í einum hvassorðaðum lesarabrævi í Sosialinum í gjár gav tingmaður Tjóðveldisfloksins, Finnur Helmsdal, ilt av sær. Hann fýltist á leiklutin og arbeiðslagið hjá formanni Tjóðveldisfloksins, Høgna Hoydal, og við Útvarp Føroya mánakvøldið segði Finnur Helmsdal, at floksformaðurin ikki í nóg stóran mun lurtar eftir hinum tingmonnunum.
Eysturoyartingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Tórbjørn Jacobsen, hevur áður alment givið til kennar, at formaður Tjóðveldisfloksins ikki lurtar nóg væl eftir tingmonnum floksins. Við Sosialin 7. oktober segði Tórbjørn Jacobsen, at Høgni Hoydal í ov stóran mun koyrir í sjálvdrátti og letur verða við at ráðføra seg við hini tingfólkini í politiskum málum.
Høgni Hoydal svarar nú atfinningunum aftur.
Ov seinur
Lurtar Høgni Hoydal ov illa eftir sínum tingfólkum?
- Tað mugu onnur meta um. Mín trupulleiki í flokkinum hevur kanska verið, at eg havi lurtað ov nógv eftir teimum meira tyranisku elementunum í tingbólkinum. Á teimum arbeiðsplássum og áhugafeløgum, eg havi verið, havi eg ongantíð upplivað tann arbeiðshátt, hesir menninir nýta. Tað hava verið stríðsmál og dagligir trupulleikar bara við at samskifta siðiliga við hesar menn. Eg haldi sjálvur, at eg havi verið ov seinur at gjørt nakað við henda trupulleika, tí eftir mínum tykki hava tey, sum rópa harðast, fingið ov stórt í mun til tey, sum ikki rópa so hart.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan sum formann?
- Eg eri tann typan, sum royni at tosa meg til rættis og fokuseri uppá tey politisku málini. Eg eri ikki tann typan, sum smekki nevan í borðið og biði fólk skikka sær pent.
Skuldi tú gjørt tað?
- Uttan iva. Men vit eru nú einaferð so ymisk. Tað harmiliga í hesum máli er, at bæði Finnur og Tórbjørn ikki nevna, hvat tað er, teir tosa um. Hvør er tað, sum ikki lurtar? Vit hava eitt heilt floksting og ein stóran meiriluta í flokkinum, sum tekur frástøðu frá atburði teirra, og tí kann eg av røttum spyrja, hvør tað er, sum ikki lurtar?
Hava tit umrøtt í tingbólkinum tín leiðsluhátt í Tjóðveldisflokkinum?
- Ja, avgjørt. Eftir valið gjørdu vit av at skipa okkum við framsøgufólki í ymsu málunum, og hóast tað hava verið trupulleikar, so haldi eg, at tað er ein góð skipan. Hetta varð gjørt við teirri grundgeving, at tað ikki altíð skal vera formaðurin í flokkinum, sum úttalar seg.
Ætlar tú at taka atfinningarnar um tín leiðsluhátt til eftirtektar?
- Eg havi lurtað nógv eftir bæði Tórbirni Jacobsen og Finni Helmsdal, men eg finni meg ikki í, at menn fara beinleiðis út at seta kílar í flokkin, tí teir vilja beinleiðis skapa split í flokkin og seta sín egna persón í fokus.
Leygardagin skrivaðu tit undir eina útihýsingarreglu. Hvør verður avleiðingin fyri Finn Helmsdal, eftir at hann í gjár legði eftir tær?
- Tað veit eg ikki. Lat okkum tosast innanhýsis fyrst. Eg havi sagt tað fyrr, at eg tími ikki út í fjølmiðlarnar at viðgera málið, og tað haldi eg fast við. Tað er kortini givið, at flokkurin kann ikki framhaldandi liva við hesum buldrinum í fjølmiðlunum.
Nær verður loksins friður í Tjóðveldisflokkinum?
Um nakar hevur eini góð ráð, hvussu tú skapar frið í einum flokki, tá menn fara út á slíkan hátt, so eru tey kærkomin. Nei, skemt til síðis. Tað er ringt at siga, tí vilja leiðandi persónar í flokkinum hava balladu, ja, so fáa teir balladu. Stríðið er ein funnin fressur hjá okkara politisku mótstøðufólkum og fjølmiðlunum, tí tey fáa ein frían pall at leika á. Tað einasta, sum loysir slíkar trupulleikar, er um fólk kenna ábyrgd fyri flokkinum, fyri sær sjálvum og sýna virðing fyri øðrum. Hetta meti eg manglar í ólukku mát í løtuni, endar Høgni Hoydal.