Troyttir gøtumenn royna at hanga í

GÍ-VB:

Í Vági ásanna teir, at fyritreytirnar hjá teimum at fáa eitt gott úrslit í Gøtu eru so góðar, sum tær kunnu vera

 

UPPTAKT


Í fjør vann VB FM. Ikki minst týdningarmikið var tað, tá teir upp undir kappingarenda vunnu í Gøtu. Í morgin fer VB aftur til Gøtu. Vágbingar vita, at teir fara ikki at endurvinna meistaraskapin, men teir hava framvegis vónir um at vinna bronsu merkini:

? Vit venja sum vanligt, og tað hevði verið heilt burturvið, um vit ikki løgdu alla orku í, tá vit spæla dystir. Tað skylda vit bæði okkum sjálvum og øllum øðrum, heldur VB venjarin Popczynski, sum ásannar, at tað átti at verið honum og hansara monnum til fyrimunar, at GÍ hóskvøldið var partur í strævnum Europa Cup dysti.

? Vit hava vant og hvílt, meðan GÍ sinniliga hevur verið fokuserað upp á altjóða dystin, sum tappaði nógva orku úr teimum. Tað eigur at síggjast aftur á vøllinum í morgin, hjeldur venjarin.

VB hevur eisini ein dyst eftir ímóti B36, og hann gleða teir seg eisini nógv til.

? Í fjør vunnu vit FM í Gundadali ímóti B36. Í síðsta umfairnum í ár skal B36 suður til Vágs, har teir staðfestu FM heitið í 1997. Vit hava alla orku at leggja alt í bæði ímóti GÍ og B36, sigur VB venjarin, sum hevur allar spæ.lararnar tøkar. Eingin er leikbannaður og eingin er skaddur? heldur ikki venjarin sjálvur, sum fyrr í summar illa fekk spælt.


Kenna treytirnar

Í gjárkvøldið skuldu gøtumenn møta til venjingar. Tað var meiri fyri at finna út av, hvussu tað stóð til eftir harða umgangin hóskvøldið.

Tað tóktist sum um allir spælararnir komu snikkaleysir burturúr altjóða stríðnum. Poul Ennigarð var ikki við. Hann brúkti tíðina upp á skúlagongdina í Danmark, men í morgin verður hann við ímóti VB.

Samson Nesá hevur vant við fullari ferð, og teir ætlaðu at hann skuldi spæla við 1. liði. Síðsta leygardag fekk hann dystarvenjing á næstbesta liðnum, men tá var hann so mikið illa skaddur, at tað er ein spurningur, um hann yvirhøvur verður við aftur í ár.

At GÍ spælir landskappingardyst stutt eftir Europa Cup stríð er ikki óvanligt. Í fjør høvdu teir stórar trupulleikar at sleppa aftur til Føroya, eftir at teir høvdu spælt í Svøríki. Teir vóru í luftini fleiri ferðir, og tað var ikki fyrrenn leygardagin, at tað eydnaðist at lenda í Vágum. Sunnudagin høvdu teir vitjan av NSÍ. GÍ fekk tíðliga eitt mál, og tað eydnaðist teimum at halda tørn. Teir høvdu neyvan havt nakað ímóti somu gongd í morgin.