Troyggjan skal hanga í B71 húsinum

B71 hevur fingið stóra gávu frá Brandi H. Olsen, ið er uppvaksin í felagnum

Tað sigur Oddmar Selfoss, formaður í B71, sum fekk eina stóra gávu frá debutantinum, Brandi Hendriksson Olsen, eftir dystinum móti Norðurírlandi farna vikuskiftið.

 

Ungi miðvallarin, sum er uppvaksin í B71, men í dag spælir við FCK í Danmark, handaði nevniliga Oddmari Selfoss og B71 troyggjuna, sum hann spældi við í fyrsta landsdystinum.

 

- Hendan skal upp at hanga í B71 húsinum, sigur Oddmar Selfoss stoltur á málinum, tá hann hevur fingið handað troyggjuna á flogvøllinum í Belfast.

 

Brandur er í dag 18 ára gamal og hevur seinastu árini spælt við FCK. Hann er tó uppvaksin á sandoynni og hevur sína fótbóltsuppaling í B71, har hann spældi til hann var 15 ára gamal.

 

- Hesa troyggjuna gevi eg fegin til barndómsfelagið, sigur Brandur, sum ongantíð náddi at spæla á besta liðnum.

 

- Eg haldi eg spældi ein venjingardyst við besta liðnum, sigur Brandur, meðan hann og Oddmar tosa um gamlar tíðir í B71.

 

- Hetta er ein áminning og staðfesting av, at tú kanst koma langt. Heilt úr B71 til FCK og landsliðið, sigur Oddmar Selfoss , sum hevur úr at gera sum formaður hjá B71 nú liðið aftur er í 1.deild.

 

Føroyska landsliðstroyggjan við 18 talinum og Olsen á rygginum verður ramma inn og skal í framtíðini hanga í B71 húsinum.