Danskir fiskifrøðingar og lívfrøðingar rópa nú varskó. Fiskur og plantur í teimum tropisku økjunum eru á veg til Norðurevropa, tí hitin í sjónum á okkara leiðum er vaksin munandi.
Granskararnir siga, at á hvørjum ári flyta tropiskir fiskar og plantur seg 50 kilometrar longri norður. Orsøkin er sjóvarhitin. Kanningar hava víst, at sjógvurin í Norðsjónum og Skagerak er vorðin munandi heitari, og at hitin veksur skjótari, enn vísindin hevði roknað við. Eitt nú er sjógvurin í Skagerak umleið tvey stig heitari nú enn í áttatiárunum.
Víst verður á, at fleiri fiskasløg, sum ikki hava verið vanlig í donskum sjógvi, eru farin at gera vart við seg tey seinastu árini. Eitt nú hava danskir ídnaðartrolarar fiskað nógvar ansjósir.
Men sjóvarhitin fær ikki bara fisk at koma hendanvegin sunnaneftir, tí verður sjógvurin her ov heitur, kann tað hava við sær, at fiskasløg, sum hava verið vanlig her, fara at leita sær aðrastaðni.
-Vit vita, at toskur heldur bara til í sjógvi, sum er umleið 10 hitastig. Hitin í Norðsjónum er um 9,8 stig, og tí kann hetta enda við, at toskurin har hvørvur, sigur lívfrøðingurin Ulrik Christian Berggren við Jyllandspostin.
Fiskifrøðingurin Brian MacKenzie á donsku fiskirannsóknarstovuni sigur við blaðið, at fiskur hevur lætt við at flyta, og heldur hitabroytingin fram, fara fleiri fiskasløg at flyta seg. Summi fara at hvørva fullkomiliga, og onnur fara at koma ístaðin fyri. Hann væntar, at avleiðingarnar verða tær somu fyri skeljadýr og plankton.
Í danska fiskimannafelagnum verður málið tikið í størsta álvara. Carsten Krogh, sum er fiskifrøðingur hjá fiskimannafelagnum, sigur við Jyllandspostin, at upplýsingarnar hjá lív- og fiskifrøðingunum samsvara við tað, sum fiskimenninir síggja. Hann nevnir, at ein ídnaðartrolari úr Esbjerg landaði 400 tons nú um dagarnar, og at 70 tons vóru ansjósir.