Melduródnin Mangkhut hevur í nátt herjað í norðraraparti av Filippinunum við eini vindmegi upp á út við 200 kilometrar um tíman og ógvusligum glopraregni.
Tað skrivar tíðindastovan AP.
Melduródnin er viknað, eftir at hon kom á land. Melduródnarmiðstøðin á Hawaii hevur tí niðurflokkað hana til eina kategori 4 ódn.
Mangkhut kom á land í landspartinum Cagayan gjáramorgunin okkara tíð.
Katastrofumyndugleikarnir á staðnum hava enn ikki yvirlit yvir skaðarnar, men greiða frá stórum oyðileggingum, skrivar tíðindastovan Reuters.
– Næstan allir bygningar hava fingið skaða, og tekjur eru rivnar, sigur Regelio Sending, sum er embætismaður fyri stjórnina í landspartinum Tuguegarao.
– Streymurin er farin, og samskiftisstøðitnst hava eisini mist sambandið, sigur hann sambært Reuters.
Hann upplýsir, at fráboðanir eru um mong koppað trø og elsteyrar, sum blokkera vegir og harvið tarna uppruddingararbeiðinum.
Fleiri túsund fólk eru flutt burtur frá strandarøkjunum vegna ótta fyri stormflóð, sum kann røkka upp á fimtu hædd.
Sambært myndugleikunum eru eisini í dag fólk, sum hava valt at vera heima undir ógvusligu melduródnini fyri at verja ognir sínar.
Ongar fráboðanir eru tó í morgum um fólk, sum hava fingið skaða ella hava latið lív, skrivar AP.
Í miðal 20 ferðir um árið raka melduródnir Filippinurnar. Tann ringasta seinastu árini var stóra melduródnin Haiyan í november í 2013. 7.350 fólk doyðu.
Men hesa ferð er oyggjalandið betri fyrireikað, upplýsa filippinsku myndugleikanir sambært Reuters.
4,2 milliónir fólk verða vætnandi rakt av Mangkhut. Umleið fjórðingurin av teimum liva í fátækradømi.
/ritzau/