Í minsta lagi 16 fólk eru deyð í tropisku melduródnini Arlene, sum hevur herjað Meksiko. Tað hevur regnað av grimd um alt landið, og fleiri hundraðtúsund fólk noyddust at fara úr húsunum, skrivar Reuters.
Hetta er tann fyrsta tropiska melduródnin, sum er komin inn yvir eysturstrondina í Meksiko í summar. Hon brast á hósdagin og hevði so nógv regn við sær, at stór øki standa enn undir vatni.