Mánalýsi
Elin á Rógvi
Bókadeild Føroya lærarafelags, 2007
93 s.
Elin á Rógvi, sum millum føroysk børn man vera best kend sum Meyla frá tiltakinum Lort í býin, hevur nú givið út sína fyrstu barnabók, Mánalýsi. Hetta er bókin, sum vann kappingina í Føroyum um at skriva nýggja barnabók, sum norðurlendska stuðulsnevndin NORDBOK fyriskipaði í 2006. Hetta var samstundis seinasta tiltakið hjá hesi væl umtóktu nevnd, áðrenn hon varð avhøvdað saman við restini av norðurlendsku stuðulsskipanunum.
Tað at Elin starvast í Útvarpi Føroya, har hon ger barnasendingar, sæst aftur í bókini. Útvarpsmenn sum Elis Poulsen, Jógvan Arge og Kári Sólstein hava í bókini fingið ein sannan stórfjeppara, Bjarka, sum gongur við einum dreymi um at gerast útvarpsmaður, tá ið hann verður stórur. Bjarki nýtir hvørt eitt høvi at herma eftir teimum, og yndisútvarpsmaðurin er ein, sum eitur Elis. So er longu fingið sligið fast, at skemt er ein týðandi táttur í bókini.
Bjarki er tvey ár eldri enn stórasystirin Birna. Foreldrini eru skild, og børnini búgva hjá mammuni. Aldurin verður ongantíð nevndur, men ein viðmerking á síðu 43 bendir á, at Birna er umleið tíggju ár. Besti vinmaður Bjarka er floksfelagin André, ið er sonur ein flogbóltsleikara úr Bulgaria, sum er venjari hjá besta liðinum hjá flogbóltsfelagnum Lotinum.
Ein málningur verður stolin úr Smiðjuni í Lítluvík, og tey trý børnini fáa heldur tilvildarliga frænir av, hvør tjóvurin er. Men spurningurin er nú, um alt er soleiðis, sum børnini (og lesarin) halda tað vera. Her eydnast tað høvundinum heilt væl at halda spenninginum til síðstu síðu. So far so good.
Tað heilt góða við hesi bók er, at hon hevur støði í gerandisdegnum hjá føroyskum børnum, at hon er skrivað á einum máli og um evni, sum føroysk børn kenna seg aftur í: hon gongur fyri seg í Havn, hon lýsir støðuna hjá børnum, hvørs foreldur eru farin hvør frá øðrum, hon viðgerð tað at vera fremmandur í Føroyum, og hon lýsir eisini viðurskiftini millum tey bæði systkini, Bjarka og Birnu, sum næstan altíð klandrast.
Skemt er sum nevnt ein týðandi lutur í bókini, og her hevur høvundurin sera gott hegni at nýta slíkt, sum frammanundan er samtaluevni millum fólk, at geva søguni nakað, sum ger hana stuttliga og lætta at lesa. Lýsingar av gerandisstøðum, eitt nú tá ið tey sita til borðs og eta, tá ið tey klandrast um eitthvørt, ella tá ið Birna sær pápan við nýggjari dámu, eru sera góðar og livandi. Her kundi eg sum lesari ynskt mær meira av hesum, við ella uttan skemt, tí tað dugir høvundurin væl.
Trupulleikin við bókini er, at hon sum spenningssøga er ov óspennandi, og at hon sum samfelagslýsing verður órógvað av søguni um stolna málningin. Hetta ger, at plottið manglar eitthvørt, sum skal halda øllum saman. Hon vil ov nógv. Har verða fortaldar ov nógvar søgur á ov lítlum plássi og tað er eitt sindur spell, tí tað ger nettupp, at tær annars frálíku lýsingarnar eru ov fáar til at geva meira enn eina grunna lýsing av teimum viðurskiftum, sum verða viðgjørd í bókini.
Ivaleyst hevur hetta nógv at gera við ta avmarking, sum nevnda kapping setti til handrit, ið kundu vera við í kappingini. Minnist meg rætt skuldu søgurnar ikki vera longri enn 30 A4 síður, og tað er í sjálvum sær ein stór avmarking fyri eina søgu sum hesa, tí hon kundi verið heilt nógv betri, um nøkur evni fingu meiri pláss. Tað finnast tó enn ráð fyri tí, tíbetur, og tað er at skriva fleiri bøkur um Bjarka, Birnu og André! Onkursvegna havi eg ein varhuga av, at tað er júst tað, høvundurin ætlar.
Tann bara 93 síður langa bókin er myndprýdd av Janusi Guttesen. Myndirnar eru fínar, men tær geva mær eina fatan av, at børnini eru 15-16 ára gomul, og ikki 10-12 ára gomul, soleiðis sum teksturin einastaðni sipar til.
Samanumtikið er mín niðurstøða, at hóast mánalýsi ikki røkkur út í hvønn einasta krók í bókini, so er talan um eina viðkomandi og stundum glógvandi lýsing av samtíð okkara, sum er flættað inn í eina heldur slaka søgu um eitt brotsverk, sum ikki er sum tað sær út til at vera. Vit bíða spent eftir framhaldinum.