Kvinnurnar hjá StÍF kunnu í kvøld fegnast um fyrsta sigurin í meira enn tvey ár í SMS-deildini, tá ið tað eydnaðist at basa Stjørnuni við úrslitinum 25-23 eftir at hava havt munin meginpartin av dystinuvarm.
Spenningur hevur verið um nýggju japansku leikararnir, ið hava vant við StÍF, og ein teirra var eisini á vøllinum í dag. Yuika Kurimoto skoraði tríggjar ferðir í Klaksvík í kvøld. Erla J. Petersen var toppskjútti hjá StÍF við seks málum.
Mina Naomi Lava Sirdal mátti síggja síni 11 mál fyri Stjørnuna ikki røkka til úrslit.
in.fo hevur í løtuni ikki greitt staðfest nær seinasti StÍF sigur í bestu kvinnudeildini var, men tað eru fleiri enn tvey kappingarár síðani.
Undan kappingini vitjaði Sosialurin StÍF við venjing, og gjørdi samrøðuna niðanfyri við Karinu Berg Høgnesen. Øll greinin kann lesast í hondbóltsblaðnum, ið kom út við mikudagssosialinum í gjár. Sosialurin kann keypast talgildur við at trýsta HER
Karina: - Vit trongja gott nokk til at vinna
Ein av teimum, ið gekk undan seinasta kappingarár var Karina Berg Høgnesen. 19 ára gamli bakkurin fekk triðflestar atkvøður í kappingini um ársins stjørnuskot.
- Altso vónirnar eru har, við tað at vit hava fingið onkran leikara, men vit hava so eisini mist nakrar. Tað er bæði gott og ringt, sigur Karina.
- Vit eru rættiliga ungar og óroyndar vildi eg sagt, so kanska eg eri ein av teimum sum havi spælt mest av okkum, so ja, eg føli eitt sindur av ábyrgd. Tað geri eg, staðfestir Karina tá ið vit spyrja hana um rósandi orðini í fjør geva henni ábyrgd á liðnum.
Tað sálarliga og sosiala er umráðandi tá ið tað gongur so tungt hjá einum liðið, og Karina heldur eisini at tað gongur væl tí viðvíkjandi, men greiðir síðani frá, at óvissan um viðurskiftini hjá teimum nýggju leikarunum stressar hópin nakað.
- Vit trongja gott nokk til at vinna nakrar dystir. Vit vita ikki hvussu tað er at vinna longur. Men skuldi tað eydnast, so hevði tað lyft okkum - og givið okkum rætta dystarhugin, sigur bakkurin.
- Eg haldi eisini at vit hava møguleika at vinna á onkrum av niðastu liðunum, metir Karina og vónar eisini at japansku leikararnir sleppa at spæla.
-Tær hava øðrvísi spælistíl og eg haldi avgjørt at vit kunnu læra nógv av teimum, staðfestir ungir bakkurin at enda.
p { margin-bottom: 0.1in; direction: ltr; color: rgb(0, 0, 0); line-height: 115%; text-align: left; }p.western { font-family: "Liberation Serif", serif; font-size: 12pt; }p.cjk { font-family: "NSimSun"; font-size: 12pt; }p.ctl { font-family: "Lucida Sans"; font-size: 12pt; }