Tróndur vart Msc-ritgerð við DTU

Í ritgerðini hevur hann gjørt eitt fyrsta útkast til ein sporingsmyndil, sum roknar sambandið millum aliøkini í Føroyum.

Andy Visser, vegleiðari, Tróndur J. Kragesteen, Ole S. Petersen, próvdómari og Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling.

Tróndur J. Kragesteen hevur vart Msc-ritgerð við heitinum "Modelling Dispersal of Salmon Lice in a Tidal Energetic Island System: Faroe Islands” á Institut for Akvatiske Resurser á DTU, eisini kent sum DTU Aqua.

- Í ritgerðini hevur Tróndur gjørt eitt fyrsta útkast til ein sporingsmyndil, sum roknar sambandið millum aliøkini í Føroyum orsakað av sjóvarfalsrákinum. Sjálvt sjóvarfalsrákið er frá áður framdum teldusimuleringunum.

Á Fiskaaling vita tey at siga, at í útrokningunum er eitt ávíst tal av bitlum sleptir út við jøvnum millumbili á øllum aliøkjunum, og síðani er fylgt við, hvar tað, sum rópt verður, teor ferðast við rákinum.

- Samstundis er tal av bitlum - líka mikið, hvørjum øki teir koma frá - talt upp inni á hvørjum einstøkum aliøki. Eisini er skrásett, hvussu gamlir bitlarnir eru, tá teir koma inn á eitt aliøki, og hvussu leingi teir reka inni á einum aliøki.

Fiskaaling veit at siga, at nakrir fáir eginleikar eru lagdir í hesar bitlar, soleiðis at teir líkjast fyrstu lívsstigunum hjá eini laksalús. Burtur úr hesum er fingin ein meting av sínamillum lúsasmittutrýstinum millum aliøkini, og í hvønn mun tey eru sjálvsmittandi.

- Í teimum flestu stóru laksaframleiðandi londunum eru slíkar skipanir týðandi amboð í umsitingini av alivinnuni. Við hesi ritgerð er ein grundarsteinur lagdur til at fáa eina líknandi skipan her heima. Enn er tó bert ávirkanin av sjóvarfallinum tikin við.

Lagt verður aftrat, at ávirkanin av áarvatni og vindi, sum hava stóra ávirkan á rákið inni á flestu firðum, kemur aftrat í vónandi komandi verkætlanum.

- Vegleiðarar hjá Tróndi J. Kragesteen hava verið Ken Haste Andersen og Andre Visser, báðir professara á DTU, og Knud Simonsen, granskari á Fiskaaling. Próvdómari var Ole S. Petersen, granskingarleiðari á DHI í Danmark, vita tey á Fiskaaling at siga.