Havsbrún í Fuglafirði hevur aftur tikið ímóti einari stórari svartkjaftalast. Lastin er frá Tróndi í Gøtu, sum henda túrin hevði fult skip, stívliga 2750 tons.
Tá Tróndur í Gøtu kom á Fuglafjørð næst síðstu nátt, noyddust teir at bíða eftir Slættabergi, sum lá og landaði.
- Hesin túrurin tók seks dagar. Ringt veður hevur verið, og teir lógu bakk tann eina dagin á túrinum, veit heimasíðan hjá Varðanum at siga.